Skrímslatíðindini – Nýggjar útgávur – skjótt á 17 málum

Skrímslini á tjekkiskum Skrímslini eru dugnalig at læra seg nýggj mál. Fyrradagin kom bókasámmálin til tjekkisku útgávuna við postinum. Tjekkiskt er 17 málið skrímslini fara at práta. Skrímslini á arabiskum Í 2015 legðist eisini eitt nýtt mál afturat listanum, tá 5 skrímslabøkur komu út á arabiskum. Tvær arabiskar útgávur afturat eru… les meira….

Skrímslatíðindi – Skrímslaheiður

Hetta eru eitt sindur gomul tíðindi, men betur at góð tíðindi vera søgd seint, enn ongantíð: Skrímslakiskan tilnevnd á IBBY heiðurslistanum 2016 Áslaug Jónsdóttir, skrímslahøvundur og -teknari er tilnevnd vegna Ísland fyri myndirnar í Skrímslakiskuni. Her er ein lýsing av IBBY heiðurslistanum: “The IBBY Honour List is a biennial selection… les meira….

Sig søgur, so vit minnast tær

This gallery contains 23 photos.

Leygardagin 21. mars hevði eg eina sera áhugaverda arbeiðsuppgávu. Eg var biðin at gera eitt skeið fyri starvsfólk á einum barnagarði, ið fegin vildu gerast betur til at siga søgur. Alla vikuna upp undir sólarmyrkingina sat eg við nervum og fyrireikaði skeiði. Hetta er ikki nakað eg beinleiðis hevði gjørt fyrr, ikki… les meira….

Skrímslakiskan fær rós og stjørnur

Skrímslakiskan, sum kemur út seinni í hesum mánaðinum, á Bókadøgunum hjá Rithøvundafelagnum, er longu komin bæði á svenskum í íslendskum fyri einum mánaði síðani. Í Svøríki hevus hon longu fingið onkur ummæli: Í blaðnum Skånskan skrivar Eva Emmelin í greinini “Kunskap vs fantasi”, hetta um Monsterkatten: “I Monsterkatten av Kalle… les meira….

Sólarris og Klandusskrímsl í Frískúlanum í Havn

Fyri fleiri mánaðum síðani, fingu skrímslahøvundarnir, Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler og bloggueigarin tey stuttligu tíðindi, at Klandursskrímsl var vald til at vera ein av bókunum, sum skuldi lesast á norðurlendslu bókasavnsvikuni í ár. Hetta er ein stórur heiður fyri høvundarnar, tí tað merkir, at børn í øllum norðurlondum sita og lesa… les meira….

Nýggjastu skrímslatíðindini

Tað seinasta, vit hoyrdu frá Skrímslabókunum, var, at tær fyrstu tvær vóru komnar á fýra sponskum málum. Hetta var í mai. Síðani tað, eru tær eisini komnar littaviskum og tosa okkara skrímls nú 14 ymisk mál!     Fyri stuttari tíð síðani, kom Klandursskrímsl út á norska forlagnum Skald, altso… les meira….

Skrímsl og Miljusøgur í Sunda kommunu

Í síðsu viku var mentanarvika í Sunda komunu. Sunda kommuna er ikki stór í fólkatali um enn stór í vavi, og kortini hava tey á hvørjum ári eina heila mentanarviku við eini ørgrynnu av tiltøkum. Í ár høvdu tey fingið Bókahúsið, sum Sámal Blak gjørdi til Barna- og ungdómsbókmentafestivalin “Kom og… les meira….

Lítla skrímsl tekur yvir

Skrímslateknari og -høvundur Áslaug Jónsdóttir hevur fingið sær nakrar væltiltrongdar frídagar. Ímeðan tekur lítla skrímsl yvir í teknistovuni:   Í heyst kemur nýggja skrímslabókin “Skrímslakiskan”. Stór og smá skrímsl bíðja spent! Her eru tveir bloggarfrá arbeiðsborðinum hjá Áslaug :