Veiða vind á Ólavsøku

Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag kl. 15 verða sýningar av symfoniska marionettævintýrinum Veiða vind. Sýningarnar verða í Snikkarastovu í Sjónleikarhúsinum og atgongumerki kunnu keypast ein tíma undan sýning. Møguleiki er fyri at leggja atgongumerki av við at skriva til rakel.helsmdal(kurla)gmail.com ella inn á Facebook-tiltakið. Hetta eru allarhelst nakrar av seinastu almennu sýningunum… les meira….

Herverk á Karavella Marionett-Teatri

Tað góða lívið At hava egið leikhús er fyri tað mesta ein gleði. Tað er sjálvandi hart arbeiði, men tað er eitt arbeið, eg sjálv havi valt og elski! Ja, eg elski veruliga alt við tí: at gera ætlanir um, hvønn leik eg nú skal seta upp at skriva leikrit… les meira….

Skrímslini í Sjónleikarhúsinum

  Nú byrja almennu sýningarnar av “Skrímslunum”. Fyrsta sýningin verður mikudagin kl. 15 í Sjónleikarhúsinum, í Snikkarastovu, høli hjá Barnasjónleikaskúlanum í kjallaranum í Sjónleikarhúsinum. Longu tveir tímar seinni er næsta sýning. Sýningarskráin er soleiðis: Mikudag 25. juli kl. 15 og kl. 17 Hósdag 26. juli kl. 15 og kl. 17 Fríggjadag 26. juli kl.… les meira….

Frumsýningin er farin afturum!

Tað hevur verið rættliga hektiskt í Karavella Marionett-Teatri seinastu dagarnar upp undir frumsýningina. Nógvir snøklar skulu uppá pláss, so sum ljóðeffektir, tær endaligu ljóssetingarnar, skuggarnir, sum skuldu rættast til, skrímslini sum høvdu fingið onkrar smáskaðar undir venjing og skuldu umvælast o.a.m., alt meðan nógvar venjingar vóru.  Leygarmorgunin flutti leikhúsið úr… les meira….

Allarseinast sýning av Revinum og serligt tilboð

So er seinasti kjansur at síggja fyrsta leikin hjá Karavella Marionett-Teatri. Mentanarnáttina tann 8. juni kl 17 verður allar allarseinast sýning av Revinum við silkiturriklæðinum    Er tú ein av teimum, sum enn ikki hevur sæð leikin, sum síðan juli 2011 hevur ferðast sum alt landið, so er hesin eini… les meira….