Listaleypaturnéein fer á rull fríggjadagin

Fríggjadagin fer leikhúsbilurin Passapartout 3. á turné. Við honum eru eitt leikhús, leikararnir: Lítlibeiggi, Systir, Stóribeiggi, álvagentan Vár, Vetur kongur, arnadrotningin Summar og drekin Heyst og leikhússtjóri og marionettførari Rakel. Listaleypurin, tann stóra verkætlanin hjá Norðurlandahúsinum, Mentamálaráðnum og landsins kommunum, sum syrgir fyri at fáa list og mentan út á… les meira….

Veiða vind í Norðurlandahúsinum leygardagin

Tíðindaskriv frá Norðurlandahúsinum: Marionettleikur í Norðurlandahúsinum Verkætlanin Listaleypurin, sum skipar fyri, at skúlar kring landið fáa listafólkavitjan og næmingarnir sleppa at uppliva konsertir, sjónleikir, myndlist og verksmiðjur uttan sjálvi at ferðast, hevur verið ein sólskinssøga. Í dag tekna, í miðal, fýra lærarar sínar næmingar til hvørt tilboð. Tí hevur Norðurlandahúsið… les meira….

Fjølbroytt leiklist í Havn um Ólavsøkuleiti

Stuttligt at dáma væl sjónleik hesar dagarnar, serliga um tú býrt í Havn ella ætlar tær til Havnar. Kabarett Í Sjónleikarhúsinum venja tær Ólavsøkukabarettina: Eg finni onga heimasíðu hjá kabarettini, men her hjá Kvinnu, hava tey flest upplýsingar. “Kabarettin í ár er ógvuliga fjølbroytt. Bæði tað sum sketjirnar handla um… les meira….

Seinastu dagarnar undan frumsýningina

This gallery contains 11 photos.

Seinastu dagarnir undan frumsýningina av Veiða vind vóru sera strævnir, so ongin tíð var til bloggar millum ljósseting/venjing/PR-arbeiði/rudding/klárgering av øllum smálutum etc. Her er ein lítil myndarøð frá vikuskiftinum:

Maestro

This gallery contains 22 photos.

Seinasti leikarin í “Veiða vind” er nú liðugur. Tað er sjálvandi orkesturleiðarin! Maestro! Her er ein myndarøð av skapanini:

Frumsýning av Veiða vind á Karavella Marionett-Teatri

Tann 23. juli verður frumsýning av nýggja marionett-leikinum Veiða vind. Veiða vind er tónleikaævintýr eftir Rakel Helmsdal og Kára Bæk, sum kom út í bók í 2011 við myndur eftir Janus á Húsagarði. Symfoniorkestrið spældi tónleikin inn í samband við útgávuna og hesin tónleikurin verður eisini nýttur í leikinum. Sýningarnar… les meira….

Tað gandaða livandi leikhúsið – animatión

Í dag er Karavella Marionett-Teatur komi upp at standa á nýggjum stað, har sum vit skullu spæla um stutta tíð – á gamla Náttúrugripasavninum á Debesartrøð! Her er ein filmur, ella rættari ein myndarøð um uppsetingina. Filmgóðskan er ikki so fantastisk, men vónandi fái eg stundir at gera hann betur… les meira….

Skrímslablogga: Kropsbygnaðurin á einum skrímsli

3. skrímslablogga er farin í luftina á Kabloggen.   Í dag eigur føroyski parturin av trio’ini tørn Her er mín skrímslablogga: Et monsters anatomi Jeg må, som Áslaug, indrømme, at mine bloginnlægg heller ikke bliver på svensk, men på mit ”fadersmål”, dansk. Det er nok trods alt bedre for svenske… les meira….

Veiða scenografi

Í hesum døgum er scenografurin hjá Karavella Marionett-Teatri við at leggja seinastu hond á scenografiina, – ella kanska. Í løtuni er tað alt eitt experiment, sum ongin hevur ánilsi av um fer at eydnast! Men nakar myndir at forvitnast av…..  

Leikhúsbilurin eina skrúvu leysa

This gallery contains 9 photos.

Hvønn morgun koyra Sirius og eg Felisiu í skúla á Velbastað, – í landsins besta skúla: Frískúlin í Havn. Aftaná fara vit longur oman í bygdina og heinta leikstjóran: Hedvig Westerlund-Kapnas og taka hana við okkum til Havnar, har vit venja ein tímas tíð í LISA-húsinum. Venjingina restina av degnum… les meira….