Leikhúsið flytur inn – og presentatión av einum annars anonymum leikara

Í dag flutti leikhúsið inn í LISA-húsið í Lucas Debesargøtu, har tað skal vera til fyrstu framførslurnar verða, helst um miðjan juli. Í morgin flyta nýggir leikarar inn og leikstjórin kemur á vitjan.

Sólskinn í marionettverkstaðnum – ella marionettverkstaðið í sólskinninum….

Hvør ólukkan var tað, sum gav tíðini jetmotor?! Tað er longu 5. juni og hóast sólin skínur oman og niðan og termometrið sigur 20 stig í skugganum, so er neyðugt at arbeiða. 12. juni byrja venjingarnar og leikararnir eru bara næstan klárir……

Leikarar: Arnadrotningin Summar

So koma vit til tann leikaran, sum liggur á arbeiðsborðinum beint nú: Arnadrotningina Summar. Tað er slett ikki sum at siga tað, at gera eina ørn. Tíðin vil vísa, hvussu tað eydnast. Fyrst av øllum var tað ikki lætt at skaffa brúnar fjarðar, men tær keypti fitti leikstjóri mín Hedvig… les meira….

Leikarar: Drekin Heyst

Karavella Marionett-Teatur hevur faktisk ein dreka í starvi, Kreslit, sum er komin úr Prag. Trupulleikin er, at Kreslit er í so stórur, passar næstan ikki inn á pallin og skal harafturat stýrast við tveimum hondum. Fyri tað triðja fáa børnini í Veiða vind-leikinum ikki sitið á bakinum á honum. So… les meira….

Leikarar: Álvagentan Vár

Í einum marionettleikhúsið er ikki lætt, fyri ikki at siga ómøguligt at skifta búna, so systir noyðist at hava ein dupultgangara, tá hon spælir Vár. Soleiðis teknar Janus álvagentuna Her er mín inspiratión til hana. Andlitið hjá marionett-Vár. Eyguni eru tíverri ikki brún. Tá eg bílegði eygu, fekk eg ongi… les meira….

Leikarar: Lítlibeiggi

Tað fyrsta, sum skal gerast, tá ein marionett-leikur skal setast upp, er at fáa fatur á leikarum. Í Veiða vind spæla trý børn, ein álvagenta, ein dreki, ein ørn og ein bjørn. Í leikhópinum hjá Karavella Marionett-Teatri eru ongi børn, so tí noyðast vit at fáa fleiri leikarar upp í… les meira….

3. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri

Nú er alt ov long tíð gingin síðani Karavella-bloggurin er uppdateraður og tað er líkasum ikki, tí at onki er hent, tvørturímóti……. Í januar spældu skrímslini og eg eina ørgrynnu av sýningum (einar 20, haldi eg) undir Bryggjubakka, og tá vóru vit eisini rýmiliga troytt av at spæla og leikhússtjórin… les meira….