Tíma føroysk ung ikki at skriva?

skrivikapping15_plakat

Plakatin sum varð send øllum 9. flokkum

Fyri jól skrivaðu Rithøvundafelagið, Nám og Norðurlandahúsið fyri aðru ferð út eina skrivikapping fyri 9. flokkar í Føroyum. Uppgávan var at skriva ein tekst, onkran tekst, yvir evnið 9.41. Frælsið var stórt, alt var loyvið uttan at skriva longri enn eitt vist.

Vinningurin var heilt serligur: høvundarnir at trimum teimum teir bestu tekstunum sluppu saman við 27 øðrum ungum úr hinum Norðurlondunum eina heila viku á rithøvundaskúla í Svøríki, ferð og alt goldið, við sjey kendum høvundum úr Norðurlondunum sum lærarar. Tey, sum vóru á skúlanum í fjør, søgdu, at hetta var besta vikan, tey nakrantíð høvdu upplivað og tey hava funnið sær vinfólk fyri lívið. Afturat hesum vunnu tey trý eisini saman við 10-15 av hinum bestu innsendu tekstunum at verða útgivin í bók! Hugsa tær, at fáa sín tekst á prent í bók frá einum veruligum forlagi longu sum 15 ára gamal!

Eftir hesum vinningunum at meta, áttu nógv at sent inn til kappingina, har ganga yvir 700 ung í 9. flokki í Føroyum, so um minni enn 100 tekstir komu inn, so hevði tað verið ússaligt, vildi eg hildið. Á Álandi hava tey líknandi kapping. Har eru í mesta lagið 400 9. flokksnæmingar, og har komu 250 tekstir inn í fjør.

Tann 2. mars var freistin at senda inn til kappingina av. Inn vóru komnir…

2 tekstir!!

Ja, tú læs rætt: TVEIR tekstir frá yvir 700 9. flokknæmingum!

Hatta lata vit standa og blinka eina løtu.

TVEIR tekstir!!!

Kunning var ferin út til allar næmingar í aldursbólkinum. Ein faldari varð prentaður til hvønn næming og ein plakat til hvønn flokk. Hetta varð sent skúlunum at geva næmingunum. Tað var sjálvandi upplagt, at lærara nýttu hetta til eitt av stílaevnunum til stílarnar, sum teir kortini skuldu hava næmingarnar at skriva hesar mánaðirnar. her kanst tú síggja faldaran: faldari_15

Ein kveikingardagur varð skipaður í Norðurlandahúsinum, har allir 9. flokknæmingar vórðu bodnir at koma á ymisk skriviskeið hjá kendum føroyskum høvundum. 29 næmingar møttu upp!

Kappingin er sjálvandi avlýst. Tveir tekstir eru ongin kapping. Men sum høvundur haldi eg, at hetta er ein katastrofa. Tað letur til, at ungir føroyingar ikki hava hug at skriva yvirhøvur. Sjálvt stórir góðir vinningar og lættar uppgávur kunnu ikki lokkað tey at gera tað og lærararnir gera ikki tað stóra heldur at halda teimum til.

Fyri stuttum segði forlagsstjórin, lærarin og bókmentamaðurin Jonhard Mikkelsen, at føroyskt var í frímum falli. Hann tosaði tá um Læraraskúlan. Eg haldi, at hetta er ein syndarlig váttan um, at so er. At bara tveir 9. flokksnæmingar av meiri enn 700 hætta sær ella tíma at skriva inn til eina slíka kapping, kann ikki annað enn merkja, at tað er ócool ella kiksa at skriva meira enn 15 einstavilsisorð í einum sms’ið ella tjattið. Hvat er framtíðin hjá málið okkara tá?

Eg havi hug at gráta.

Men sama ger, 9. flokksnæmingar og lærarar tykkara, lurti her: eg vil vera fitt. Eg bjóði tykkum ein kjans afturat! Les um hetta í næsta blogginum!

Tagged , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published.