Tvey ummælið av “Revinum” á Facebook!

Í dag skrivar Steinvør Fonn hetta lítla ummælið á Facebook.

Her á Karavella Marionett-Teatri eru vit øll so fegin, at vit mugu seta tað á bloggin beinanvegin! Vit takka so ♥ liga fyri!

 

Steinvør Fonn

“Esbern Hansen, Rasmus, Beinta Vang, Durita og Leivur og eg vóru til dukkusjónleikin: “Revurin við silkiturriklæðinum” í kjallaranum í sónleikarhúsinum í Havn í dag. Rakel Helmsdal “spældi” 13 dukkur og orðnaði ljós, ljóð/tónleik og skifti bakgrundir og hevði gjørt hesar alvorliga vøkru dukkurnar sjálv, sum vóru í sera flottum, litføgrum klæðum. – Tað var eitt stórt upplivilsi og alvorliga flott klárað av Rakel, og ótrúliga væl spælt! Wow sigi eg bara!!!

 Ljósið sløknar. Tað er myrkt inni. Vit sita á gólvinum. Tað er hugnaligt og vit eru spent. 🙂 Og so fer teppið frá á hesum líttla, fitta, vakra pallinum, sum kanska bert er ein metur ella so (dugi kanska slett ikki at meta um.) 🙂 Siðani tendrar eitt grønligt ljós, og eg minnist bara, at myndin við ljóði og øllum gjørdi inntrykk á meg, tí tað var so vakurt. Eg hevði ikki væntað hatta. Eg hugsaði “wow” og smíltist innan og gleddi meg nú av álvara at síggja leikin.

 Eg haldi tað vera ótrúliga flott klárað at gera alt hatta í senn. At spæla allar hesar ymisku dukkurnar, sum høvdu ymiskar røddir við ymiskum tónaløgum – at skifta tónleik, at skifta bakgrundir og skifta dukkur og halda lív í leikinum. – Hatta var ein øðrvísi uppliving fyri meg. Ein góð uppliving, sum eg fari at minnast leingi.”

Og júst nú, meðan bloggurin verður skrivaður, hava vit fingið at vita, at enn eitt stutt ummælið er á Facebook. Tað er Beinta Vang, sum skrivar:

Beinta Vang

 “..er sera imponera av fráleika dukkusjónleikinum hjá Rakul Helmsdal. Hann verður aftur í morgin…FAR FAR FAR!! 🙂 (hon førir 13 dukkur sera sannførandi..umframt ljós og ljóð og frásøgn, føli meg eitt orduliga gott upplivilsi ríkari :))

 Sum smágenta var eg einaferð til ein dukkusjónleik á bókasavninum í Klaksvík, eg var totalt hugtykin og føldi sum var eg við í einum gandi…mín stórsta listarliga uppliving í lívinum 🙂 tað var stuttligt at sleppa at taka Duritu við til ein orduligan dukkusjónleik í dag, teir eru ikki títtir í Føroyum…eg veit ikki um hon fekk eitt líka stórt upplivilsi, sum eg fekk sum smágenta (uttan sjónvarp) , men góður var leikurin so í hvussu so er. Vit eiga eitt stórt listarfólk í Rakul Helmsdal.”

 

 

 

Tagged , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published.