Ulf Boman – sætti leikarin

Nýggjasti leikarin er Ulf Boman, ein tilkomin maður, væl bygdur og sterkur. Ein lítlan ølbúk hevur hann, men hvat, tað hava flestu rættu menn…….
Ulf leikar vaktarmaður í “Revurin við silkiturriklæðinum”. Ein heilt lítil leiklutur, men sigur hann tryggur: “Har eru ongir smáir leiklutir, bara smáir leikarar!” Ulf er helst úr Svøríki ella Noregi, men hann hevur ferðast so mikið alt lívið, at vit skulu helst ikki leggja so nógv í hvagani hann er, men heldur hvør hann er.

Her eru myndir av Ulf Boman. Hann er modelleraður, pussaður og málaður, men enn ikki settur saman. OG eg havi varnast, at honum væntar tveir týdningarmiklir likamslutir: Føturnir!! Tær eru so næst á skránni.

Ulf, moddeleraður, ikki pussaður

Ulf málaður, men enn uttan hár.

Eri rættiliga nøgd við andlitið, nú eri eg klár at finna leikara til høvuðsleiklutin í leikinum.

Øll pettir av Ulf, uttan føturnar altso……..

Tagged , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *