Bara eini stutt stuttlig tíðindi:
Nú meira enn 14 dagar eftir stóru konsertina í Hørpu er Veiða vind enn á metsølulistanum yvir barnabøkur hjá Forlagnum! Hon kom at ovast á listan dagin fyri konsertina tann 11. mai. Tá hevði hon verið nr. 2 í fleiri dagar. Bókin kom út uml. hálva aðru viku fyri konsertina.
Hon var eitt mundi nr. 1 av øllum bókum hjá stóru bókhandilsketuni Eymundsson.