Veiða vind í Norðurlandahúsinum leygardagin

Tíðindaskriv frá Norðurlandahúsinum: Marionettleikur í Norðurlandahúsinum

20130830_9938-001

Lítlibeiggi flýgur á drekanum Heyst – ella ger hann?

Listaleypurin_logoVerkætlanin Listaleypurin, sum skipar fyri, at skúlar kring landið fáa listafólkavitjan og næmingarnir sleppa at uppliva konsertir, sjónleikir, myndlist og verksmiðjur uttan sjálvi at ferðast, hevur verið ein sólskinssøga. Í dag tekna, í miðal, fýra lærarar sínar næmingar til hvørt tilboð.

Tí hevur Norðurlandahúsið gjørt av, at keypa eykavitjanir og skipa fyri familjutiltøkum, so tað eisini skal bera til hjá børnum og ungum at uppliva list saman við familjuni.

20130830_9911-001Fyrsta tilboðið í hesum høpi er marionettleikurin Veiða Vind við Karavella Marionett-Teatri. Leikhússtjórin, Rakel Helmsdal fekk fyri stuttum  BarnamentanarvirðislønTórshavnar Býráðs fyri millum annað júst hendan leikin. Sýningin verður leygardagin 5. oktober kl 14.00.

Næstan 4000 børn hoyrdu konsertina Veiða vind hjá Føroya Symfoniorkestri í 2011. Nú sleppa tey at síggja søguna um Lítlabeiggja, sum fer út at veiða vind og møtir ævintýrinum ein veðurskiftandi apríldag. Leikurin liggur tætt upp at bókini eftir Rakel Helmsdal, Kára Bæk og Janus á Húsagarði.

20130830_9950-001Marionettleikurin nýtir tónleikin, sum symfoniorkestrið spældi, og búnar og pallur eru spunnir eftir myndunum í bókini, men søgan broytist sjálvsagt, tá leikararnir koma inn á pallin.

Sýningin verður í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum, á hugnaligum seyðaskinnum, so børn og foreldur koma heilt tætt uppat leikhúsinum. Sýningin er stutt, um hálvan tíma, so hon er egnað børnum í øllum aldrum.

Nevnast kann, at bókin Veiða Vind er útgivin á íslendskum og verkið framført í Hørpuni í Reykjavík. Bókin hevur ligið á metlistanum hjá íslendsku bókhandlunum fleiri vikur í vár.

Atgongumerki kosta 100 kr og eru at fáa í Norðurlandahúsinum og á nlh.fo.

Viðmerkjast skal, at sýningin byrjar stundisliga, og ikki ber til at koma inn, tá framførslan er farin í gongd.

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published.