Í januar vóru heilar 17 sýningar av leikinum “Skrímslini” av skrímslunum fyri barnagørðum, frítíðarskúlum og skúlum.
Í hugnaliga pinkuleikhúsinum undir Bryggjubakka 3 hava ein ørgrynna av børnum hugna sær saman við lítla og Stóra Skrímsli.
Øll vóru ikki samd í, um skrímslini nú vóru dukkur ella um tey vóru verulig, men vit kundu nokk øll semjast um, at tey í hvussu so er vóru verulig skrímsl.
At børnini hava verið fegin, hava vit fingið afturmeldingar frá teimum vaksnu um. Tey práta um skrímslini og spæla skrímsl.
Verðulig skrímsl
Tagged Karavella Marionett-Teatur. Bookmark the permalink.