Í gjárskvøldið var almannakunngjørt, at Neyðars skrímsl (á íslendskum: Skrímsli í vanda) vann íslendsku barnabókaheiðurslønina í ár!
Undirritaða hevði tíverri ikki møguleika at vera á staðnum til hátíðarhaldið, men hinir báðir høvundarnir, Áslaug Jónsdóttir, høvundur og teknari og Kalle Güettler, høvundur, vóru á staðnum. Sjálvandi harmiligt at missa møguleikan fyri blómur og champagnu, men at heilsa uppá forsetan, havi eg longu gjørt her heima 🙂
Hetta skriva tey á RUV og í Morgunblaðnum.
Her eru nakrar myndir eg havi fingið sendandi frá tiltakinum.