Nýggjastu skeiðini

22. januar 2019

Komandi skriviskeið verður á Runavíkar kvøldskúla tvey vikuskiftið í februar og mars:

Skriviskúli fyri øll, sum hava hug at gerast betur til at skriva.

Kanska hevur tú ein dreym um at gerast høvundur, kanska ert tú bara forvitin eftir at vita meira um handverkið.

Vit skriva og lurta og verða kveikt av hugskotum hjá hvørjum øðrum. Vit ganga gjøgnum grundleggjandi skrivteknikkir og tekstasløg og royna okkum í smáum og størri uppgávum.

Undirvísari: Rakel Helmsdal

Telefon: 216596

Dato: leygardagin 23. og  sunnudagin 24. februar.
Leygardagin 9. og sunnudagin 10. mars.

Dagur/Klokkan: Vit byrja kl. 10 allar dagar.

Stað: Bókasavnið við Løkin

 

Til ber at tekna seg HER.

 

———

6a00e398244402883300e54f9f3e548833-800wiSkeiði “Sig søgur, so vit minnast tær”, ið er eitt skeið fyri starvsfólk á dagstovnum og lærarum í innskúlingini, ber til at kunna tykkum eitt sindu um HER og bíleggja ella fáa meira at vita um við at skriva rakel@helmsdal.fo ella ringa til 216596.
Skeiði kann supplerast við fyrilestrinum “Søgur gera mun” fyri foreldur á stovninum.

 

Farin skeið.

Tagged , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published.