Tór – 650 orð

B_Writing down memoriesHósmorgunin 20. november var søgan “Tór” vald at verða lisin upp í teimum 650 orðunum í Góðan morgun Føroyar.

Bara tríggjar søgur komu inn hesaferð, so kanska evnið var eitt sindur ov umfatandi. Heiti á uppgávuni var “Eftir ervið”. Fimm fólk sita eftir ervið og bíðja hjá sakførara, eftir at testamentið skal verða lisið upp. Ongin kennir tann deyða og ongin teirra vil viðganga tað.

Tær innkomu søgurnar bóru eisini brá av ikki at vera heilt lidnar. Tær vóru á umleið sama støðið, so ringt var at taka dagar ímillum og avgera, hvør teirra skuldi lesast upp.

Eg valdi søguna Tór hjá Sólvør P. Niclasen, tí hendan hevði kanska teir áhugaverdastu persónslýsingarnar, og søgan var eisini í bygnaði mest liðug. Henni væntaði tó okkurt í. Kendi tú ikki evnið, so var ov nógv ógreitt. Eg valdi at lesa hana kortini, tí vit høvdu júst tosa um evnið, og áhoyrarin kundi tí kanska ímynda sær tann partin, sum ikki varð skrivaður.

Her kanst tú lurta eftir allari sendingini. “Eftir ervið”.

Til komandi sending er evni hetta:

Lat teg inspirera av hesum orðunum:

  • regn
  • egg
  • kista

Tey 650 orðini skulu sendast til gmf@kvf.fo, áðrenn týsdagin 26. november á middegi!!

Tagged , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *