{"id":426,"date":"2008-01-16T16:10:00","date_gmt":"2008-01-16T16:10:00","guid":{"rendered":"http:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/2008\/01\/16\/alt-sum-elskuligt-er\/"},"modified":"2008-01-16T16:10:00","modified_gmt":"2008-01-16T16:10:00","slug":"alt-sum-elskuligt-er","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/alt-sum-elskuligt-er\/","title":{"rendered":"Alt, sum elskuligt er"},"content":{"rendered":"<div align=\"justify\"><a href=\"http:\/\/3.bp.blogspot.com\/_AhhOwGkg_b4\/SLv5ZNrx7GI\/AAAAAAAAAAo\/NI01cpGPi20\/s1600-h\/img_2.jpg\"><img decoding=\"async\" alt=\"\" src=\"http:\/\/3.bp.blogspot.com\/_AhhOwGkg_b4\/SLv5ZNrx7GI\/AAAAAAAAAAo\/NI01cpGPi20\/s320\/img_2.jpg\" border=\"0\"><\/a><br \/>\u00cd mi\u00f0\u00f8ldini var vanligt, at tey r\u00e1\u00f0andi avgj\u00f8rdu, hv\u00f8r list var v\u00e6lkomin og hv\u00f8r ikki. Tann, sum ikki gj\u00f8rdi list, sum h\u00f3va\u00f0i teimum r\u00e1\u00f0andi, m\u00e1ttu tiga, fl\u00fdggja av landinum ella lata l\u00edv. Mentan, \u00e1tr\u00fana\u00f0ur og politikkur hev\u00f0i eitt og sama m\u00e1l og var st\u00fdrt sama sta\u00f0.<br \/>Mi\u00f0\u00f8ldin er ikki ein t\u00ed\u00f0, vit vanliga gera til fyrimynd fyri okkara samfelag. Vit tosa t.d. um at naka\u00f0 er sum tann svarta mi\u00f0\u00f8ld, um \u00fat av lagi\u00f0 illa stendur til. Kortini var ta\u00f0 fyrsta eg hugsa\u00f0i, t\u00e1 eg l\u00e6s broti\u00f0 um mentan og list \u00ed stevnuskr\u00e1nna hj\u00e1 Mi\u00f0flokkinum, at hetta er at bumba mentanarpolitikk okkara aftur \u00ed svartastu mi\u00f0\u00f8ld.<br \/>Longu \u00ed fyrstu paragraffini stendur, at \u201cmentanarpolitikkurin eigur at ver\u00f0a rikin samsvarandi kristna grundst\u00f8\u00f0inum.\u201d Altso: Hvat mentan og list er, skal samb\u00e6rt Mi\u00f0flokkinum avgerast \u00ed L\u00f8gtinginum!<\/p>\n<p><strong>\u00d3hugnaligu paragraffirnar<\/strong><br \/>Vit kunnu gj\u00f8gnumganga l\u00f3gargreinarnar. N\u00e6sta greinin sigur, at \u201cFlokkurin ynskir at stu\u00f0la mentan og list, sum ikki br\u00fdtur ni\u00f0ur, men sum avspeglar og fremur eina sunna l\u00edvs\u00e1sko\u00f0an\u201d. Altso: Ein sunn l\u00edvs\u00e1sko\u00f0an er javnsett vi\u00f0 eina kristiliga \u00e1sko\u00f0an, og eftirsum ta\u00f0 bara er Mi\u00f0flokkurin (flokkurin hj\u00e1 kristnum samkomum \u00ed F\u00f8royum), sum hevur hetta \u00e1 stevnuskr\u00e1nni, so er ein sunn l\u00edvs\u00e1sko\u00f0an, altso tann l\u00edvs\u00e1sko\u00f0an samkomurnar hava. Eg veit ikki, hvussu hagt\u00f8lini eru fyri \u00e1tr\u00fana \u00ed F\u00f8royum, men ta\u00f0 er so ikki eitt fleirtal av f\u00f3lkinum, sum er limur \u00ed samkomum. Altso Mi\u00f0flokkurin vil stu\u00f0la s\u00ednum egnu!!<br \/>Grein tr\u00fd: \u201cKristnar samkomur skulu hava g\u00f3\u00f0ar umst\u00f8\u00f0ur at virka \u00ed og hava loyvi til at arbei\u00f0a fr\u00edtt eftir egnu sannf\u00f8ring og kunna r\u00e1\u00f0a egnum vi\u00f0urskiftum.\u201d Jaso? T\u00e6r kristnu samkomurnar skulu sleppa at gera akkur\u00e1t sum t\u00e6r vilja og helst hava stu\u00f0ul til hetta. Men hvussu sampakkar hetta vi\u00f0 demokrati?<br \/>Og so hava vit grein f\u00fdra. \u201cSamfelagi\u00f0 eigur at verja skrivi- og talufr\u00e6lsi\u00f0, men m\u00e1 m\u00f3tarbei\u00f0a misn\u00fdtslu \u00e1 hesum \u00f8ki.\u201d Men hvat er so misn\u00fdsla av skrivi- og talufr\u00e6lsinum? Ta\u00f0 er l\u00e6tt at lesa hetta sum, at \u00f8ll n\u00fdtsla av skrivi- og talufr\u00e6lsinum eigur at vera samsvarandi kristna grundst\u00f8\u00f0i\u00f0. Er ta\u00f0 fr\u00e6lsi\u00f0?<br \/>Men ta\u00f0 ringasta er eftir enn, nevniliga grein fimm: \u201dNi\u00f0anfyri endurgivnu or\u00f0 Paulusar \u00ed br\u00e6vinum til tey kristnu \u00ed Filippi vilja til allar t\u00ed\u00f0ir vera vir\u00f0ilig sum mentanarpolitisk m\u00e1l: &#8220;Alt, sum satt er, alt, sum s\u00e1miligt er, alt, sum r\u00e6tt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum v\u00e6l ver\u00f0ur tala\u00f0 um, eina og hv\u00f8rja dygd og ein og hv\u00f8nn hei\u00f0ur &#8211; hugsi\u00f0 um hetta!&#8221;<br \/>Altso: F\u00f8roysk mentan og list skal vera sonn og s\u00e1milig, r\u00e6tt og rein og elskulig!! Og ta\u00f0 er Mi\u00f0flokkurin sum avger\u00f0, hvat hetta er.<br \/>\u00cdmynda t\u00e6r eitt samfelag, har \u00f8ll mentan skal sn\u00fagva seg um ta\u00f0 fitta og elskuliga, ta\u00f0 s\u00e1miliga og ta\u00f0 reina. Hv\u00f8rja list vildu vit havt? Vit h\u00f8vdu sloppi\u00f0 at m\u00e1la einglar, men ikki devlar, sungi \u00ed dur, men ikki \u00ed mol, skriva um k\u00e6rleika, men ikki um hatur. Hv\u00f8rjar s\u00f8gur, hv\u00f8nn t\u00f3nleik og hv\u00f8rjar myndir h\u00f8vdu vit t\u00e1 havt<\/p>\n<p><strong>Sk\u00fdmingarl\u00f8tu-mentan<\/strong><br \/>Skulu vit tr\u00fagva t\u00ed, sum Mi\u00f0flokkurin sigur, so eru allir f\u00f8royingar r\u00e6tttr\u00fagvandi kristnir, \u00e1 teirra h\u00e1tt at ver\u00f0a kristnir. Tey siga: Hvat f\u00f3lk finna upp\u00e1 privat, kann politiski myndugleikin ikki gera so n\u00f3gv vi\u00f0, men t\u00e1 vit fara eftir skattaborgarans peningi, skal peningurin sj\u00e1lvsagt n\u00fdtast til virksemi, sum f\u00f8royingurin kann taka undir vi\u00f0.<br \/>Hervi\u00f0 er sagt, at ta\u00f0 einasta, sum f\u00f3lk her \u00e1 landi kunnu taka undir vi\u00f0, er sl\u00edkt sum er fitt og elskuligt og uppbyggjandi, stutt sagt ein \u201csk\u00fdmingarl\u00f8tu-mentan\u201d. Her sipi eg til t\u00e6r elskuligu, uppbyggiligu s\u00f8gurnar \u00ed b\u00f3kunum \u201cSk\u00fdmingarl\u00f8tan\u201d, i\u00f0 helst standa sum tann ultimativa b\u00f3kmentag\u00f3\u00f0skan hj\u00e1 Mi\u00f0flokkinum.<br \/>\u00cdmynda t\u00e6r eitt samfelag, har \u00f8ll mentan skal sn\u00fagva seg um ta\u00f0 fitta og elskuliga, ta\u00f0 s\u00e1miliga og ta\u00f0 reina. Hv\u00f8rja list vildu vit havt? Vit h\u00f8vdu sloppi\u00f0 at m\u00e1la einglar, men ikki devlar, sungi \u00ed dur, men ikki \u00ed mol, skriva um k\u00e6rleika, men ikki um hatur. Hv\u00f8rjar s\u00f8gur, hv\u00f8nn t\u00f3nleik og hv\u00f8rjar myndir h\u00f8vdu vit t\u00e1 havt?<\/p>\n<p><strong>B\u00f3kmentir a la Mi\u00f0flokkurin<\/strong><br \/>F\u00f8royingar vilja ikki lesa J.K. Rowlings, J.R.R.Tolkien, Philip Pullman, (tey skriva um hugflogsver\u00f0ir, sum ikki byggja \u00e1 kristna si\u00f0aarvin) Agathu Christie ella Dorothy Sayers, (har myr\u00f0a tey f\u00f3lk fyri eitt gott or\u00f0), Henry Miller ella Anais Nin (uha, tey eru so \u00f3l\u00e1ta\u00f0) og a\u00f0rar m\u00e6tar rith\u00f8vundar. Milliardir av f\u00f3lki \u00ed \u00f8llum heiminum kunnu altso mistaka seg, um hvat g\u00f3\u00f0ska er! Mi\u00f0flokkurin veit best, hvat er g\u00f3\u00f0 mentan og hvat f\u00f8royingurin vilja hava.<br \/>40 b\u00f8kur \u00e1 b\u00f3kasavninum, h\u00f8vdu f\u00f8royingar kunna lisi\u00f0 \u00e1 f\u00f8royskum, 144 b\u00f8kur, h\u00f8vdu vit tiki\u00f0 onnur m\u00e1l vi\u00f0 (allar skr\u00e1settar undir \u201ckristiligar s\u00f8gur\u201d). Men \u00ed hesum reina og s\u00e1miliga mentanarl\u00edvinum, h\u00f8vdu 40 b\u00f8kur helst eisini veri\u00f0 n\u00f3g miki\u00f0.<\/p>\n<p><strong>Myndlist aux Mi\u00f0flokk<\/strong><br \/>F\u00f8royingar h\u00f8vdu vilja\u00f0 og sloppi\u00f0 at hugt at myndum hj\u00e1 t.d. Sigrun Gunnarsd\u00f3ttur. Har s\u00e6st beinanvegin, at t\u00e6r eru b\u00e6\u00f0i kristiligar og uppbyggjandi. Michelangelo og a\u00f0rar klassikarar kundu teir so ikki hugt at, teir v\u00f3ru kristinir og m\u00e1la\u00f0i \u00e1tr\u00fana\u00f0arligar myndir, men teir v\u00f3ru j\u00fa katolikkar! Helst h\u00f8vdu f\u00f8royingar ikki so miki\u00f0 sum kunna hugt at myndum hj\u00e1 Ing\u00e1lvi av Reyni, t\u00ed, h\u00f3ast hann var av r\u00e6ttari tr\u00fagv, so s\u00e6st ikki t\u00fd\u00f0iliga, hvat er \u00ed myndunum, og so ber j\u00fa til at \u00edmynda s\u00e6r hvat-ta\u00f0-skal-vera! Fyri m\u00edn part kann eg siga, at ein skyldma\u00f0ur og eg plagdu, t\u00e1 vit v\u00f3ru b\u00f8rn, at s\u00edggja eina r\u00e6ttiliga l\u00edti\u00f0 \u00edlatna gentu \u00ed myndini \u201cGenta vi\u00f0 vindeyga\u201d hj\u00e1 Ing\u00e1lvi, me\u00f0an mamma hansara s\u00e1 eina sera s\u00e1muliga gentu \u00ed somu mynd. Onkur annar kundi havt s\u00e6\u00f0 okkurt heilt tri\u00f0ja og kanska minni kristilig \u00ed henni, t\u00ed t\u00fa skuldi hava gott hugflog fyri yvirh\u00f8vur at s\u00edggja gentuna.<\/p>\n<p><strong>T\u00f3nleikur v\/ Mi\u00f0flokkinum<br \/><\/strong>Vaksnir f\u00f8royingar h\u00f8vdu vilja\u00f0 lurta eftir Dupultkvartettini og b\u00f8rnini eftir \u201cEg eri ein K\u201d og onkrum \u00f8\u00f0rum reinstempla\u00f0um. Klassiskum t\u00f3nleiki h\u00f8vdu teir ikki kunna lurta\u00f0 eftir, t\u00ed ein st\u00f3rur partur av komponistunum eru ikki r\u00e6tttr\u00fagvandi og livdu helst ikki eitt r\u00e6tt kristiligt l\u00edv, tak bara Mozart, (hann b\u00e6\u00f0i drakk og skriva\u00f0i t\u00f3nleik um harem (Die Entfurung) og anna\u00f0 \u00f3l\u00edv. Rockt\u00f3nleikur hev\u00f0i veri\u00f0 strangliga banna\u00f0ur, um ta\u00f0 ikki v\u00f3ru pent greiddir unglingar, sum skr\u00edggja\u00f0u Jesus millum anna\u00f0hv\u00f8rt or\u00f0, og jazzt\u00f3nleikarar, ja teir eru j\u00fa b\u00e6\u00f0i \u00f3l\u00e1ta\u00f0ir og taka stoffir og eru heilt vist ikki r\u00e6tttr\u00fagvandi. O.s.fr. Country hev\u00f0i helst sloppi\u00f0 innum perluportri\u00f0 fyri ta\u00f0 mesta, ta\u00f0 n\u00f3gva er av sama leisti sum \u201cSk\u00fdmingarl\u00f8turnar\u201d.<\/p>\n<p><strong>Sj\u00f3nleikur de Mi\u00f0flokkin<\/strong><br \/>Sj\u00f3nleikur hev\u00f0i ikki veri\u00f0 ein trupulleiki, sum f\u00f8royingurin skuldi taka st\u00f8\u00f0u til, t\u00ed hann hev\u00f0i ikki veri\u00f0 sp\u00e6ldur aftur her \u00e1 landi. Ongin sj\u00f3nleikari vi\u00f0 respekt fyri s\u00e6r sj\u00e1lvum hevur hug at sp\u00e6la b\u00edbliuleikir ella \u201cL\u00edtla Gutta\u201d alla t\u00ed\u00f0ina. (onki ilt um L\u00edtla Gutta kortini J)<\/p>\n<p><strong>Fr\u00e6lsi d\u2019Mi\u00f0flokkurin<\/strong><br \/>N\u00fa sigur Mi\u00f0flokkurin so pent: \u00bbHvat f\u00f3lk finna upp\u00e1 privat, kann politiski myndugleikin ikki gera so n\u00f3gv vi\u00f0&#8230;..\u00ab Altso, listaf\u00f3lk kunnu sleppa at gera, hvat teimum lystir, t\u00ed ta\u00f0 vildi helst veri\u00f0 eitt sindur ov \u00f3demokratiskt at taka allan tann fr\u00e6lsa viljan fr\u00e1 f\u00f3lki, men tey skulu bara ikki hava pengar til ta\u00f0.<br \/>N\u00fa eru f\u00f3lk her \u00ed landinum (eg tori ikki longur at siga f\u00f8royingar, t\u00ed f\u00f8royingurin er so r\u00e6tttr\u00fagvandi, at man nokk ikki longur er partur av hesum b\u00f3lki) ikki b\u00fdttari enn f\u00f3lk flest. Tey vita v\u00e6l, at list ikki er naka\u00f0, sum t\u00fa ver\u00f0ur r\u00edkur av. Nevn m\u00e6r EITT f\u00f8royskt listaf\u00f3lk, sum er milli\u00f3ningur! Nei, ha? T\u00fa finnur onki.<br \/>Har eru l\u00edtlir og ongir pengar at tjena hj\u00e1 teimum, sum fegin vilja n\u00fdta g\u00e1vur s\u00ednar til at undirhalda og r\u00edka l\u00edvi\u00f0 hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum f\u00f3lki her \u00e1 landinum.<br \/>At gera g\u00f3\u00f0a list krevur t\u00ed\u00f0 og fyri at f\u00e1a hesa t\u00ed\u00f0ina, so noy\u00f0ist eitt l\u00edti\u00f0 land sum F\u00f8royar, at stu\u00f0la s\u00ednari list. T\u00fa ver\u00f0ur ikki \u00farm\u00e6lingur av at arbei\u00f0a \u00e1tta t\u00edmar hv\u00f8nn dag vi\u00f0 at skera fisk ella sita \u00e1 skrivstovu og so n\u00fdta n\u00e1ttart\u00edmarnar (eftir at dagliga h\u00fasarhaldi\u00f0 er fingi\u00f0 til h\u00f8ldar) til at \u00fatinna t\u00edna list, hetta duga sj\u00e1lvt tey g\u00f3\u00f0tr\u00fanastu skilja.<br \/>Og g\u00f3\u00f0a list vilja vit hava n\u00fa \u00e1 d\u00f8gum, t\u00ed vit f\u00e1a so n\u00f3gva g\u00f3\u00f0a list uttanlands b\u00e6\u00f0i gj\u00f8gnum mi\u00f0larnar, til keyps \u00ed handlunum og t\u00e1 vit fer\u00f0ast. Vit vita v\u00e6l, hvat g\u00f3\u00f0 list er.<br \/>Vit fara ikki longur hv\u00f8rt mansbarn av h\u00fasum, um eitt bygdafelag setur upp \u00e1hugaleik, nei, vit vilja, at leikarar okkara sp\u00e6la eins v\u00e6l og teir, vit s\u00edggja \u00ed sj\u00f3nvarpinum og pallurin skal vera samsvarandi v\u00e6lgj\u00f8rdur. Hetta kostar pengar, n\u00f3gvar pengar!<br \/>Men listaf\u00f3lk \u00ed F\u00f8royum skulu ikki hava pengar til at gera g\u00f3\u00f0a list, um tey ikki \u00bbsamsvara okkara kristna grundst\u00f8\u00f0i\u00ab.<\/p>\n<p><strong>Tann svarta mi\u00f0\u00f8ldin<br \/><\/strong>Eitt m\u00e1 Mi\u00f0flokkurin gera s\u00e6r greitt, og ta\u00f0 er, at um tann vanlukkan skuldi hent, at teir fingu n\u00f3g n\u00f3gvar atkv\u00f8\u00f0ur til at gj\u00f8gnumf\u00f8ra valskr\u00e1 s\u00edna \u00e1 mentanar\u00f8kinum, so h\u00f8vdu vit havt eina massiva \u00fatflytan, fyrst av listaf\u00f3lkum og s\u00ed\u00f0ani av \u00f8llum vi\u00f0 h\u00e6gri \u00fatbugving og \u00f8llum vi\u00f0 einum sindri av viti \u00ed heysinum, t\u00ed tey h\u00f8vdu ikki t\u00edma\u00f0 at b\u00fa\u00f0 her, n\u00fa alt mentanarl\u00edv var sensurera\u00f0 og vongskoti\u00f0.<br \/>Men ta\u00f0 er kanska ta\u00f0 Mi\u00f0aldarflokkurin vil. Avf\u00f3lka landi fyri \u00f8ll skilaf\u00f3lk, t\u00ed teimum einf\u00f8ldu er himmir\u00edki\u00f0 givi\u00f0, ella okkurt sl\u00edkt stendur j\u00fa skriva\u00f0. Tey einf\u00f8ldu eru \u00ed hvussu so er \u00f8giliga n\u00f3gv l\u00e6ttari at billa alt m\u00f8guligt inn og r\u00e6\u00f0a til at tiga.<br \/>Mi\u00f0flokkurin vil ikki, at mentanin og listin avspeglar veruleikan, sum hann er, solei\u00f0is sum \u00f8ll g\u00f3\u00f0 alheimslist onkursvegna ger. Nei, Mi\u00f0flokkurin vil hava fitta og elskuliga list, l\u00edkamiki\u00f0 hv\u00f8r sannleikin og veruleikin er.<\/p>\n<p><strong>Tann elskuliga Dolores<\/strong><br \/>Mi\u00f0flokkurin minnir meg mest um skalds\u00f8gupers\u00f3nin Dolores Umbridge, l\u00e6rari \u00ed sk\u00falanum Hogwarts, (sum j\u00fa eisini skal sensurerast burtur). Hon er so elskulig, so elskulig. Hon elskar lj\u00f3sareytt og kettlingar \u00e1 plattum, hon sigur, at onki ilt kann henda n\u00e6mingum hennara (h\u00f3ast \u00f8ll vi\u00f0 skili vita betur), og at tey ongant\u00ed\u00f0 mugu l\u00fagva, (les: siga naka\u00f0, sum hon ikki hevur loyvt teimum at siga). Tey skulu akta, ver\u00f0a g\u00f3\u00f0 og skikkilig upp\u00e1 hennara m\u00e1ta. Gera \u00f8ll sum Umbrigde sigur, so gongur alt gott. Sannleikin er bara tann, at Umbridge sj\u00e1lv er \u00f3fatiliga \u00f3nd undir allari elskuligheitini, og at hon k\u00e1var \u00fat yvir sannleikan. Tey, sum ikki hugsa sum Umbridge ver\u00f0a revsa\u00f0i.<br \/>Dolores Umbridge hev\u00f0i st\u00f3rtrivist \u00ed Mi\u00f0flokkinum, har alt er fitt og elskuligt og tey, sum ikki s\u00edggja tingini vi\u00f0 teirra eygum ver\u00f0a revsa\u00f0i (les: f\u00e1a ongan stu\u00f0ul).<br \/>N\u00fa er ta\u00f0 t\u00edbetur solei\u00f0is, at Mi\u00f0flokkurin ikki f\u00e6r meira enn 3-4% av atkv\u00f8\u00f0unum og t\u00ed ikki kann gj\u00f8gnumtrumfa nakran elskuligheitsmentanarpolitikk, so hetta var sj\u00e1lvandi bara eitt \u00bbworst-case-scenario\u00ab. <\/div>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>\u00cd mi\u00f0\u00f8ldini var vanligt, at tey r\u00e1\u00f0andi avgj\u00f8rdu, hv\u00f8r list var v\u00e6lkomin og hv\u00f8r ikki. Tann, sum ikki gj\u00f8rdi list, sum h\u00f3va\u00f0i teimum r\u00e1\u00f0andi, m\u00e1ttu tiga, fl\u00fdggja av landinum ella&#8230; <a class=\"continue-reading-link\" href=\"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/alt-sum-elskuligt-er\/\"> Les meira \/ Continue reading <span class=\"meta-nav\">&rarr; <\/span><\/a><\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":0,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"_regular_price":[],"currency_symbol":[],"footnotes":""},"categories":[101],"tags":[],"class_list":["post-426","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-mentanarpolitikkur"],"post_slider_layout_featured_media_urls":{"thumbnail":"","post_slider_layout_landscape_large":"","post_slider_layout_portrait_large":"","post_slider_layout_square_large":"","post_slider_layout_landscape":"","post_slider_layout_portrait":"","post_slider_layout_square":"","full":""},"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/426","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=426"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/426\/revisions"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=426"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=426"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=426"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}