{"id":436,"date":"2000-01-17T11:22:00","date_gmt":"2000-01-17T11:22:00","guid":{"rendered":"http:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/2000\/01\/17\/eg-meini-tad-wh-100\/"},"modified":"2013-07-01T16:49:43","modified_gmt":"2013-07-01T15:49:43","slug":"eg-meini-tad-wh-100","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/eg-meini-tad-wh-100\/","title":{"rendered":"Eg meini ta\u00f0: WH 100"},"content":{"rendered":"<div align=\"justify\">Seinasta vikuskifti\u00f0 st\u00f3\u00f0 &#8211; fyri n\u00fa at n\u00fdta egnu or\u00f0 hansara &#8211; \u00ed Williamsa tekni. H\u00f3ast vit ikki dugdu at vir\u00f0a flogviti\u00f0 n\u00f3g n\u00f3gv, me\u00f0an hann enn var millum okkum dey\u00f0iligu, duga vit kortini at vir\u00f0a hann n\u00fa, hann er vor\u00f0in \u00f3dey\u00f0iligur.<br \/>Misskil meg n\u00fa r\u00e6tt, n\u00f3gv hava virt stj\u00f8rnuskaldi\u00f0, me\u00f0an t\u00ed\u00f0 enn var, men ta\u00f0 munnu vera fleiri enn eg, sum fingu at vita \u00ed sk\u00falanum, at William Heinesen las man ikki \u00ed f\u00f8royskum, t\u00ed ta\u00f0 var ikki f\u00f8royskt; vi\u00f0 t\u00ed \u00farsliti\u00f0, at man kom gj\u00f8gnum 12 \u00e1ra sk\u00falagongd uttan at hava lisi\u00f0 William um ikki av eintingum.<br \/>Men ta\u00f0 var ikki beinlei\u00f0is William, eg vildi tosa um, ta\u00f0 vil eg<br \/>ylata til tey um, sum vita meira enn eg, men naka\u00f0 eg kom at hugsa um eftir hetta vikuskifti\u00f0, t\u00e1 \u00f8ll so \u00f3f\u00f8rt r\u00f3stu \u00f8llum, i\u00f0 gj\u00f8rt var burtur\u00far h\u00e1t\u00ed\u00f0arhaldinum.<br \/>Sj\u00e1lvandi, hesafer\u00f0 man ta\u00f0 hava veri\u00f0 av r\u00f8ttum at r\u00f3st var\u00f0, men kortini l\u00f8gi\u00f0. Her \u00ed landinum har vit vanliga bara kunnu semjast um at vera \u00f3samd, hv\u00ed eru \u00f8ll so samd? Ella v\u00f3ru bara tey samdu spurd? Ella tordi ongin anna\u00f0?<br \/>Kanska liggur sannleikin \u00ed mest t\u00ed seinna. Ongin torir alment at siga, at hann\/hon ikki d\u00e1mar naka\u00f0, sum \u00f8ll onnur d\u00e1ma. D\u00f8mi um hetta vikuskifti\u00f0 er helst illa valt, men ta\u00f0 er kortini naka\u00f0 sum er vanliga galdandi, t\u00e1 ta\u00f0 sn\u00fdr seg um at siga s\u00edna hugsan um naka\u00f0, sum er aktuelt. Landi\u00f0 er so pinkaevarska l\u00edti\u00f0, at t\u00fa veitst, at t\u00fa um ein t\u00edma ella tveir kanst koma til at renna teg beint \u00e1 tann pers\u00f3nin, sum t\u00fa j\u00fast hevur givi\u00f0 eitt lemjandi sko\u00f0sm\u00e1l. T\u00ed er best at skansa seg aftanfyri, \u201cj\u00fa hat<br \/>yta var f\u00ednt\u201d, \u201cm\u00e6r d\u00e1mdi v\u00e6l\u201d, \u201cfr\u00e1l\u00edkt\u201d \u201cGott!\u201d og sl\u00edk l\u00edti\u00f0 og onkisigandi or\u00f0. So kunnu vit eisini dagin eftir hygga listarf\u00f3lki\u00f0 \u00ed eyguni og heilsa g\u00f3\u00f0andag \u00e1 g\u00f8tuni. Fyri tann, sum hevur lagt l\u00edv og s\u00e1l \u00ed eitt skapanarverk, er ta\u00f0 sj\u00e1lvandi hugaligt ikki at ver\u00f0a h\u00e1lsh\u00f8gdur, men munnu n\u00f3gv ikki kortini sita eftir vi\u00f0 einum mj\u00f8lvutum smakki \u00ed munninum og hugsa: \u201cguviti hvussu illa ella v\u00e6l hasin veruliga d\u00e1mdi ta\u00f0, eg gj\u00f8rdi\u201d, ella \u201cguviti hvat hann yvirh\u00f8vur fekk vi\u00f0 av t\u00ed?\u201d<br \/>Men alt \u00ed lagi\u00f0, stakk man m\u00e6r uttan \u00e1varing eina mikrofon upp \u00ed n\u00f8sina, so hev\u00f0i eg eisini sagt: \u201cJa, hatta er f\u00ednt. M\u00e6r d\u00e1mdar fr\u00e1l\u00edka v\u00e6l!\u201d, og lati m\u00edna innastu hugsan ver\u00f0i m\u00edna innastu hugsan, um hon var g\u00f3\u00f0 ella ring&#8230;&#8230;..<br \/>Har st\u00f8rri r\u00e1sar\u00fam er, kunnu umm\u00e6larar ver\u00f0a \u00ed leikluti\u00f0 s\u00ednum sum bara umm\u00e6larar, siga s\u00edna hugsan uttan at st\u00fara fyri hv\u00f8rki at finnast at ella r\u00f3sa, bert greina listave<br \/>xri\u00f0 eftir f\u00f8rimuni, og seinni vera d\u00f8mdur bara eftir s\u00edni st\u00f3ru (ella manglandi vitan) um umtala\u00f0a evni. \u00cd F\u00f8royum ber hetta heilt einfalt ikki til, hvussu fegin enn vit vildu ta\u00f0, t\u00ed ta\u00f0 menniskja, sum skapa\u00f0 hevur verki\u00f0, er okkum alt\u00ed\u00f0 n\u00e6r onkursvegna, um ikki beinlei\u00f0is \u00ed skilskapi, so alt\u00ed\u00f0 \u00ed t\u00ed\u00f0 og sta\u00f0. T\u00ed vil greining okkara alt\u00ed\u00f0 onkursvegna ver\u00f0a lita\u00f0 av pers\u00f3nligu vitan okkara um ta\u00f0 menniskja. T\u00fa noy\u00f0ist at vanda t\u00e6r meingingarnar, &#8211; t\u00fa skalt vanda t\u00e6r um meinginarnar, t\u00ed eitt umm\u00e6li\u00f0 ver\u00f0ur her alt\u00ed\u00f0 tiki\u00f0 sum pers\u00f3nlig atfinning og ikki bara faklig atfinning, og eitt listaf\u00f3lk er ikki minni n\u00e6rtiki\u00f0 enn vanlig f\u00f3lk, helst tv\u00f8rtur\u00edm\u00f3ti, t\u00ed ta\u00f0 \u00fatstillar alment s\u00edtt innasta \u00ed listini.<br \/>Ein atfinningarsom umtala er ikki bara ring, ta\u00f0 veldst um hvussu grundgivi\u00f0 ver\u00f0ur fyri t\u00ed, um umm\u00e6larin er sakligur; men sj\u00e1lvandi, er  atfinningarsemi lemjandi bara fyri at vera<br \/>lemjandi, ella enn verri: h\u00e1andi, so hj\u00e1lpir ta\u00f0 ikki t\u00ed skapandi mennskjanum yvirh\u00f8vur. Solei\u00f0is er ein bara positiv umtala heldur ikki til a\u00f0ra hj\u00e1lp, enn til kanska at stu\u00f0la, men ta\u00f0 kann l\u00edkasum eisini ver\u00f0a ney\u00f0ugt av og \u00e1. Kanska hev\u00f0i ta\u00f0 veri\u00f0 kl\u00f3kari at bara umm\u00e6lt naka\u00f0, har t\u00fa b\u00e6\u00f0i hevur naka\u00f0 gott siga og naka\u00f0 at finnast at, &#8211; ta\u00f0 hev\u00f0i kanska veri\u00f0 ta\u00f0 besta princippi\u00f0 at gingi\u00f0 eftir her \u00ed okkara l\u00edtlu ver\u00f0? Hv\u00ed s\u00e6ra f\u00f3lk \u00f3ney\u00f0uga, ella skamr\u00f3sa teimum?<br \/>Forlagi\u00f0 Fannir hevur akkur\u00e1t givi\u00f0 \u00fat b\u00f3k, har Stj\u00f8rnuskaldi\u00f0 undir Var\u00f0a j\u00fast umm\u00e6lir samt\u00ed\u00f0arlistaf\u00f3lkum s\u00ednum vi\u00f0 einum hjartalagi\u00f0, i\u00f0 allarhelst man hava hj\u00e1lpt n\u00f3gvum ungum listaf\u00f3lkum \u00e1lei\u00f0is. Hetta er kanska tann besta l\u00e6rub\u00f3k nakar umm\u00e6lari kann f\u00e1a&#8230;&#8230;..<\/div>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Seinasta vikuskifti\u00f0 st\u00f3\u00f0 &#8211; fyri n\u00fa at n\u00fdta egnu or\u00f0 hansara &#8211; \u00ed Williamsa tekni. H\u00f3ast vit ikki dugdu at vir\u00f0a flogviti\u00f0 n\u00f3g n\u00f3gv, me\u00f0an hann enn var millum okkum&#8230; <a class=\"continue-reading-link\" href=\"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/eg-meini-tad-wh-100\/\"> Les meira \/ Continue reading <span class=\"meta-nav\">&rarr; <\/span><\/a><\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":0,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"_regular_price":[],"currency_symbol":[],"footnotes":""},"categories":[123],"tags":[],"class_list":["post-436","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-klumma"],"post_slider_layout_featured_media_urls":{"thumbnail":"","post_slider_layout_landscape_large":"","post_slider_layout_portrait_large":"","post_slider_layout_square_large":"","post_slider_layout_landscape":"","post_slider_layout_portrait":"","post_slider_layout_square":"","full":""},"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/436","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=436"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/436\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":1284,"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/436\/revisions\/1284"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=436"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=436"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=436"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}