{"id":439,"date":"1999-10-02T10:16:00","date_gmt":"1999-10-02T09:16:00","guid":{"rendered":"http:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/1999\/10\/02\/eg-meini-tad-tankaexperiment\/"},"modified":"2018-10-20T09:01:06","modified_gmt":"2018-10-20T08:01:06","slug":"eg-meini-tad-tankaexperiment","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/eg-meini-tad-tankaexperiment\/","title":{"rendered":"Eg meini ta\u00f0: Tankaexperiment"},"content":{"rendered":"<div align=\"justify\">Umlei\u00f0 ein m\u00e1na\u00f0 s\u00ed\u00f0ani var eg \u00e1 sj\u00f3nleikarastevnu hj\u00e1 M\u00e1F, og ta\u00f0 fyrsta, sum f\u00f3r fram \u00e1 hesi stevnu var ein sera \u00e1hugaverdu pallbor\u00f0sfundur, sum t\u00edverri ikki var opin fyri alemninginum og fj\u00f8lmi\u00f0lunum. Sum vera man var n\u00f3gv tosa\u00f0 um sj\u00f3nleik \u00e1 hesum fundinum, og n\u00f3gv \u00e1hugaverd sj\u00f3narmi\u00f0 v\u00f3ru l\u00f8gd fram, men ta\u00f0, sum hevur m\u00edn \u00e1huga \u00ed hesum f\u00f8ri eru n\u00f8kur or\u00f0 ein g\u00f3\u00f0ur ma\u00f0ur \u00far Fuglafi\u00f0ri kom vi\u00f0.<\/p>\n<p>Hann seg\u00f0i fr\u00e1, at hv\u00f8nn morgun, t\u00e1 hann f\u00f3r upp, tendra\u00f0i hann norska \u00fatvarpi\u00f0, og har var t\u00ed\u00f0indaflutningurin b\u00fdttur upp \u00e1 hendan h\u00e1tt: fyrst 10 minuttir av vanligum t\u00ed\u00f0indum um politikk og katastrofur, s\u00ed\u00f0ani 10 minuttir av \u00edtrottart\u00ed\u00f0indum, og s\u00ed\u00f0ani 10 minuttir av mentanart\u00ed\u00f0indum. Tanki hansara vi\u00f0 at fortelja okkum hetta, var sj\u00e1lvandi hesin: Um t\u00fa skalt skapa \u00e1huga fyri n\u00f8krum, so noy\u00f0ist t\u00fa at uppl\u00fdsa um ta\u00f0, og uppl\u00fdsir t\u00fa t.d. meira um mentan enn um naka\u00f0 anna\u00f0, ja, so er st\u00f8rri kjansur fyri, at f\u00f3lk generelt f\u00e1a st\u00f8rri \u00e1huga fyri mentan enn fyri n\u00f8krum \u00f8\u00f0rum. Ja, og er ta\u00f0, sum \u00ed okkara f\u00f8ri, \u00edtrottur, t\u00ed\u00f0indaflutningurin leggur st\u00f3rst dent \u00e1, ja, so er ta\u00f0 \u00edtrotturin sum flest f\u00f3lk ganga upp \u00ed.<\/p>\n<p>N\u00fa er ta\u00f0 ikki, t\u00ed eg (enn einafer\u00f0) \u00e6tli\u00f0 at leggja eftir \u00edtrottinum, &#8211; ta\u00f0 er j\u00fa onki gali\u00f0 vi\u00f0 \u00edtrotti, ta\u00f0 er heldur t\u00ed\u00f0indaflutninginum og prioriteringini, eg hugsi um. Taka vit t.d. \u00fatvarpi\u00f0, ja, so er hv\u00f8nn dag \u00e1 d\u00f8g\u00f0ura ein fastur t\u00e1ttur um \u00edtrott, sum ofta varir l\u00edka leingi, ja, onkunt\u00ed\u00f0 longri enn \u00f8ll hini t\u00ed\u00f0indini, i\u00f0 eru politikkur, katastrofur og mentan og alt hitt, tilsamans. Prosentparturin av mentanart\u00ed\u00f0indum man n\u00e6stan kunna m\u00e1tast \u00ed promillum. Ta\u00f0 sama ger seg runt rokna\u00f0 galdandi fyri b\u00e6\u00f0i bl\u00f8\u00f0 og sj\u00f3nvarp, bl\u00f8\u00f0ini hava kanska eitt sindur h\u00e6gri prosentb\u00fdti, sjonvarpi\u00f0 helst eitt sindur minni, men fakta er, at mentanin ikki r\u00e6ttiliga hevur naka\u00f0 &#8220;s\u00f8luvir\u00f0i\u00f0&#8221; \u00ed t\u00ed\u00f0indah\u00f8pi. Og ta\u00f0 er ney\u00f0ugt at undirstrika\u00f0, at av \u00f8llum sum fj\u00f8lmi\u00f0larnir koma vi\u00f0, er ta\u00f0 t\u00ed\u00f0indaflutningurin, sum hevur st\u00f3rst \u00e1virkan \u00e1 f\u00f3lk.<br \/>Ja, n\u00fa eru ta\u00f0 nokk meira enn ein sum sigur, at eru ta\u00f0 so f\u00e1 mentanart\u00ed\u00f0indi, so er ta\u00f0 t\u00ed at ta\u00f0 er so l\u00edti\u00f0, sum hendir \u00e1 hasum \u00f8kinum. Men solei\u00f0is er ta\u00f0 bara ikki. Ta\u00f0 hendur ein r\u00fagva, h\u00f3ast t\u00ed\u00f0indi um ta\u00f0 ikki koma fram. Og her er ta\u00f0 so, at vit koma til m\u00edtt tankaexperiment:<\/p>\n<p>Latum okkum n\u00fa siga, at fj\u00f8lmi\u00f0larnir fr\u00e1 \u00ed t.d. 1. januar \u00e1r 2000 avgj\u00f8rdu, at n\u00fa skal t\u00ed\u00f0in\/pl\u00e1ssi\u00f0 \u00ed t\u00ed\u00f0indunum b\u00fdtast demokratiskt millum vanlig t\u00ed\u00f0indi, mentan og \u00edtrott, t.d. 10 minuttir \u00ed part hv\u00f8rja fer\u00f0. Sj\u00e1lvandi noy\u00f0ast fj\u00f8lmi\u00f0larnir at gera meira upps\u00f8kjandi arbei\u00f0i vi\u00f0v\u00ed\u00f0kjandi mentanini, tey noy\u00f0ast at fortelja um t\u00e6r b\u00f8kurnar sum koma \u00fat eitt sindur meira enn bara ein setnig og hvussu n\u00f3gvar bla\u00f0s\u00ed\u00f0ur, hon er. Tey fara t.d. at vera noydd at senda brot \u00far konsertum, l\u00edkasum brot \u00far f\u00f3tboltsdystum. Tey mugu ver\u00f0a l\u00edka \u00e1huga\u00f0i \u00ed frams\u00fdningini hj\u00e1 N.N., sum \u00ed at N.N. hevur skora\u00f0 m\u00f3ti t\u00ed og t\u00ed. Men ta\u00f0 skuldi \u00e1lvaratos ikki veri\u00f0 \u00f3m\u00f8guligt.<br \/>Ta\u00f0, sum so vildi veri\u00f0 \u00e1hugavert at s\u00e6\u00f0, var \u00farsliti\u00f0 av hesum \u00ed longdini. M\u00edn teori er, at sm\u00e1tt um sm\u00e1tt vildu f\u00f3lk byrja at ganga til sj\u00f3nleikir aftur, konsertsalir og frams\u00fdingarh\u00f8li vildu veri\u00f0 \u00e1 tremur, \u00fatl\u00e1ni \u00e1 b\u00f3kas\u00f8vnum og s\u00f8lan \u00ed b\u00f3khandlum vildi voksi\u00f0, og ikki bara fyri endurminningar og bygdas\u00f8gurnar, og kv\u00f8lsdk\u00falaskei\u00f0ini vildu veri\u00f0 yvirtekna\u00f0i. Kanska vildi ta\u00f0 tiki\u00f0 eina t\u00ed\u00f0, men eg ivist ikki eina l\u00f8tu \u00ed, at ta\u00f0 hev\u00f0i gj\u00f8rt mun. Vi\u00f0 \u00e1huga skapar t\u00fa \u00e1huga.<br \/>Enn eru vit so ikki 1. januar \u00e1r 2000, men man hevur v\u00e6l loyvi at droyma&#8230;&#8230;..<\/div>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Umlei\u00f0 ein m\u00e1na\u00f0 s\u00ed\u00f0ani var eg \u00e1 sj\u00f3nleikarastevnu hj\u00e1 M\u00e1F, og ta\u00f0 fyrsta, sum f\u00f3r fram \u00e1 hesi stevnu var ein sera \u00e1hugaverdu pallbor\u00f0sfundur, sum t\u00edverri ikki var opin fyri&#8230; <a class=\"continue-reading-link\" href=\"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/eg-meini-tad-tankaexperiment\/\"> Les meira \/ Continue reading <span class=\"meta-nav\">&rarr; <\/span><\/a><\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":0,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"_regular_price":[],"currency_symbol":[],"footnotes":""},"categories":[123,110],"tags":[],"class_list":["post-439","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-klumma","category-tidindaflutningur"],"post_slider_layout_featured_media_urls":{"thumbnail":"","post_slider_layout_landscape_large":"","post_slider_layout_portrait_large":"","post_slider_layout_square_large":"","post_slider_layout_landscape":"","post_slider_layout_portrait":"","post_slider_layout_square":"","full":""},"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/439","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=439"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/439\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":1287,"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/439\/revisions\/1287"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=439"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=439"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/rakelhelmsdal.info\/wordpress\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=439"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}