Leikhúsið varð sett á stovn í 2011. Leikhússtjóri er Rakel Helmsdal. Hon skrivar leikirnar, spælir leiklutirnar, ger dukkur, búnar og pall. Afturat sær hevur hon góð fólk til uppsetingina:
Hedvig Westerlund-Kapnas hevur leikstjóran fýra fyrstu leikirnar hjá Karavella Marionett-Teatri. Hedvig er teaturpedagogur, verkætlanarleiðari og ígongsetari av stórum mentanartiltøkum fyri børn og ung og hevur sjónleikaskúlan hjá Sjónleikarhúsinum.
Gunnvá Zachariasen hevur leikstjórnað Skrímslalív. Gunnvá er útbugvin sjónleikari v.m. og stendur saman við øðrum fyri leikbólkinum Tvazz. Eisini hevur hon spælt á Tjóðpallinum og nógv aðra staðni.
Ole Jakob Nielsen hevur smíðað leikhúsið, og hjálpir til við øllum praktiskum nær tað skal vera. Hann hevur gjørt tað møguligt at hava eitt leikhús, sum kann pakkast niður í einum Berlingo og setast upp á spælistaðnum uppá minni enn 2 tímar. Ole Jakob er trælistamaður og hevur gallarí Føroysk Trælist í Leynum.
Árni Baldvinsson hevur bygt pinkuljósskipanina til leikhúsið heilt frá grundini. Hon riggar júst sum í einum veruligum leikhúsið, bara minni. Árni Baldvinsson er ljósmeistari hjá Tjóðpallinum og til flestu leikir sum verða settir upp í Føroyum.
Kjartan Nolsøe Jespersen hevur gjørt tað møguligt at koyra ljós- og ljóðskipanina saman, so tað ber til at stýr alla tøkni við einum fóti, hóast har eru eins nógv ljós- og ljóðskrift og í einum veruligum leikhúsið við tveimum fólkum at stýra tøkni afturat livandi leikarunum.