Kreativ skriving – flow writing

unleash_your_writing_creativity

Skrivað!!

Lærugreinin “Creative Writing” er ein vanlig lærugrein hinumegin Atlantshavið. Í Føroyum er fólkaskúlin farin at innføra lærugreinina “Ávegis skriving” í føroysktfrálæruna, og er hendan lærugreinin sprottin úr “Creative Writing”. Lærugreinin kallast eisini “flow writing” ella meira popput “power writing”.

Skeiði “Kreativ skriving” á kvøldskúlanum er inspirerað av tí, eg havi lisið um hesa lærugrein, og av teimum royndum, eg havi gjørt í mínum arbeiði sum rithøvundi.

Høvuðsparturin av undirvísingini er bygdur á tað, ið verður kallað “non-stop writing”, “skriva uttan íhald”, tað er, at tú fært eitt avmarka minuttal til at skriva eina givna uppgávu, sum.t.d. at halda fram ein ávísan setning ella skriva um eitthvørt tema, ella ein stemning, ein dreym, 5 ting á borðinum, nakað tú hoyrdi í bussinum í morgun o.s.fr….. Einasta kravið er, at tú ongantíð teir givnu minuttirnar steðgar á í skrivingini, ongar rættingar. Tað er ikki loyvi at steðga á og ivast, og tá skrivar tú ymiskt, ið tú kanska ongantíð vart komin fram á, um tú satst og loyvdi tær at ivast um hvønn setning.
Kanningar vísa, at tey, sum nýta hendan skriviháttin, skriva meiri og betri tekstir, enn tey, sum skriva á traditionellan hátt.

Vit lesa skrivivenjingarnar upp fyri hvørjum øðrum, og á tann hátt síggja vit margfeldni í hugflognum. Ongin tekstur líkist, hóast uppgávan var nett tann sama. Vit inspirerast av hvørjum øðrum og skilja, at har eru ongi onnur mørk, enn tey vit sjálvi seta okkum.

Ein annar týdningarmikil táttur í skeiðnum er at gjøgnumganga og royna okkum innan ymiskar stílir, sum t.d. sjónleikaskriving, klummuskriving, krimi, horror, skemt…….

Høvuðsuppgávan hjá næmingunum gjøgnum veturin er at skriva eina stuttsøgu, og felagsuppgávan hjá øllum er at skriva eina stuttsøgu saman.

Einastu amboðini tær nýtist er pennur og pappír og eitt opið sinni.

Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *