Skaldsøgur fyri børn

Bøkurnar um Hugo

hugo1b

1. Tey kalla meg bara Hugo

11 ára gamli Viktor Hugo Person býr í Port Janua. Ein langutungan skúladag fær flokkurin hjá Hugo ein nýggjan lánslærara, Elo Skjálm nevndur. Fyri Hugo og vinir hansara er Skjálm ein gamal skitin hundur, sum eitt av rekavættunum í býnum eigur. Hugo fær láturkrampa, og lánslærarin tekur tað ógviliga illa upp.

Hesin fer at siga flokkinum eina søgu, sum kendi rithøvundin Victor Hugo hevur skrivað: Klokkarin úr Notre Dame. Og tað gongur sum E. Skjálm allarhelst hevði væntað: allur flokkurin fer at arga Hugo og kalla hann Quasimodo, eftir vanskeplaða klokkaranum.

Les meira um Tey kalla meg bara Hugo…


H2

2. Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo?

Foreldrini hjá Hugo keypa nýggj hús, í Merian Seraphiaskákinum í gamla býarpartinum í Port Janua. Hugo er alt annað enn fegin um at flyta, men tá foreldrini eisini finna uppá, at hann skal skift skúla, tá verður ovboðið. Hann fer í verkfall.

Men hetta er ikki tað einasta sum hendur hetta summarið. Paul Bonaventura, rekavætti, ið eisini er nevndur Lasafarið, pápabeiggi Ravn og Heyk og sum er ein av bestu vinunum hjá børnunum, missir sín gamla hund Skjálm, og gerst ógvuliga hugtungur.

Fyri at hjálpa honum avgerða Hugo, Ravnur og floksfelagið teirra Tóa Anatol at finna honum eitt arbeiðið. Tað finna tey eisini, men alt gongur ikki heilt sum ætlað.

Les meira um Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo


H3

3. Kom yvirum, Hugo

Hugo er so smátt farin at kenna seg heima í teimum nýggju húsunum, sum foreldrini hava keypt í Gamla Býi í Port Janua. Enn er hann tó keddur um, at hann nú býr so langt frá besta vini sínum, Ravni. Men alt broytist, tá ein brúgv verður bygd um fjørðin, sum bindur býarpartarnar saman.

Hátíðardagin, tá ið brúgvin verður tikin í nýtslu, hava Ravnur og Hugo avrátt, at teir skulu verða fyrstir at hittast á miðjari brúgv. Tað ber tí ikki til, tí Hugo sleppur ikki gjøgnum mannamúgvuna við súkkluni. Hann verður noyddur at bíðja og tá verður hann vitni til eina løgna hending.

Les meira um Kom yvirum, Hugo


H4

4. Gott hugflog, Hugo

Søgan byrjar við eini lítið sermerktari hending: Hugo sær eina hond koyra ein posa í eina ruskspan, men hetta førir við sær nógvar og løgnar og spennandi hendingar fyri Hugo og vinmenn hansara, Ravn og Stefan.

Les meira um Gott hugflog, Hugo


Úr Mosakulluni

Ur_Mosakulluni1

Várferðin til Brúnna
– Úr Mosakulluni 1

Sniffilin Nói, eitt heilt lítið smádýr, við rundum kroppi og smáum beinum, finnur eitt grátandi risaskrímsl úti í skóginum. Tí noyðist heimkæri Nói við vinum sínum út á eina langa ferð at loysa gátuna um skrímslið, og lítli sniffilin noyðist at vera djarvari, enn hann vanlig er.

Søgan myndprýdd av einum av fremstu listafólkum okkara, Edward Fuglø, og sigast má, at hetta er hann sloppin væl frá. Bókin er prýdd við stórum myndum og vignettum, og høvuðslitirnir eru bjart reyðir, grønir og gulir.

Bókin kom í 2008, og varð í 2009 tilnevnd Barna- og ungdómsheiðursløn Útnorðurráðsins, sum íslendska Gerður Kristny vann ta árið.

Søgan er ætlað vaksum at lesa fyri børnum.


Ur_Mosakulluni2

Veturin hjá Undu
– Úr Mosakulluni 2

Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Og tað er ikki bara kuldan, hann skal varða seg fyri – alt er øðrvísi, tá kavi er, og har eru vandar í Dalinum á vetri, sum Nói onki kennur til.

Bókin kom í 2009.

Søgan er ætlað vaksum at lesa fyri børnum.


2 søgur afturat eru ætlarar um Nóa og ferðir hansara úr Mosakulluni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *