Bókajólagávuhugskot 2022

Nú hava vit 13. desember og eg ivist ikki í, at fleiri ganga og klóra sær í nakkanum og vita ikki, hvørja gávu tey skulu geva sínum kæru.

Her eru nøkur hugskot til gávur, sum fara at geva nógvar tímar av undirhaldi og um tit njóta tær saman, eisini nógvar tímar av áhugaverdum samrøðum:

Til tey smæstu:

10 bøkur eru um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl. Børn elska tær næstan áðrenn tey duga at tosa. Skrivað hava Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler og Rakel Helmdal og Áslaug hevur eiisni gjørt myndirnar. Eru tit ein familja við fleiri málum, so finnast skrímslabøkurnar á 19 ymsum málum.

Til tey vaksnu, at lesa fyri børnunum:

Drekaævintýrini, ferðirnar hjá lítla snifflinum Nóa og upplivingarnar hjá Milju og vinum hennara eru øll spennandi og ævintýrlig at uppliva saman. Tekstin til allar eigur Rakel Helmdal, meðan Edward Fuglø hevur illustrera Drekar og annað valafólk og Mosakullubøkurnar og Kathrina Skarðsá Miljuløtur. Bøkurnar riggja sjálvandi eisini væl til sjálvlestur í fleiri aldursbólkum.

Til tey, sum gjarna vilja hava nógva myndir:

Tónleikaævintýrið Veiða vind við tónleiki eftir Kára Bæk, søgur eftir Rakel Helmsdal og myndunum hjá Janusi á Húsagarði og báðar myndabøkurnar Rakel hevur skrivað og illustrerað, Loftar tú mær? og Reiggjan, rigga allar sera væl til ein hugnaligan jóladag saman, og eisini restina av árinum. Bøkurnar riggja sjálvandi eisini væl til sjálvlestur í fleiri aldursbólkum.

Til tey, sum gjarna vilja lesa sjálvi:

Upplivingarnar hjá 11-12 ára gamla Hugo og vinum hansara eru bæði spennandi og óvæntaðar, heilt tað rætta hjá teimum sum dáma væl at uppliva eina bókarøð og at vera saman við sínum egnum “bókavinum” í nógvar tímar.
Rakel Helmsdal hevur skrivað og Philippe Carré gjørt permurnar.

Til tey ungu og tey vaksnu:

Stuttsøgusavnið Søgur úr Port Janua og skaldsøgurnar Hon, sum róði eftir ælaboganum og Kjarr kunnu lesast av øllum yvir 15. Tær eru ikki hugsaðar til ein serstakan aldursbólk, so ung og vaksin fáa líka nógv burturúr, men kanska ikki tað sama.
Tekstin eigur Rakel Helmsdal og illustratiónirnar hava ávikavist Marius Olsen, Áslaug Jónsdóttir og Kathrina Skarðsá gjørt.

Bøkurnar fáast sjálvandi í bókhandlunum!

Tagged , , , , , , , , , , , , , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *