Rakel Helmsdal, sjálvstøðugt listafólk / independent artist
CV
F. 25. september í 1966
Rithøvundur / Author:
hevur skrivað barna– og ungdómsskaldsøgur, stuttsøgur til vaksin, ævintýr, sjónleikir, myndabøkur o.a. Skrivar saman við Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler bøkurnar um skrímslini. Les meira her:
Has written 21 books for all ages. See HERE
Marionettleikhússtjóri og -leikari / Marionett Theater Manager and Marionetteer
Setti í 2011 á stovn marionettleikhúsið Karavella Marionett-Teatur, sum er eitt einkvinnu marionettleikhús, sum ferðast um alt landið.
Founded in 2011 the Karavella Marionett-Teatur, a one woman marionette theater. Read more HERE.
Skriviskeið / Writing Courses
Hevur síðani 1996 havt skriviskeið, á kvøldskúla, úti á skúlum og nú á Listaskúla Føroya.
Has been giving writing classes since 1996.
Myndlist / Art
Arbeiddi nógv ár sum grafikari hjá Jarðfeingi, hevur gjørt og hildið ymsar heimasíður. Tekur sær av øllum pr-tilfarið til Karavella Marionett-Teatur.
Byrjaði í 2015 at arbeiða við trývíddar myndlist
Verkætlanarleiðari:
Verkætlanarleiðar fyri ungdómsmentanarstevnunum hjá Norðurlandahúsinum Ung í Føroyum síðani 2001, setti hana á stovn saman við Hedvig Westerlund-Kapnas. Hevur verið verkætlanarleiðari hjá Savnsfagnaðinum og framleiðslustjóri fyri leikinum Álvaleikur hjá Havnar Sjónleikarfelag. Fyrireikaði sum umboð fyri Rithøvundafelagið verkætlaninar “Skrivikapping fyri 9. flokkar” og “Kom og les – barna- og ungdomsbókmentadagar” og hevur verið við til at seta á stovn verkætlanina Listaskúli Føroya.
Heiður:
- 2019: Miljuløtur tilnevnd Barna- og ungdómsheiðursløn Norðurlandaráðsins
- 2019: Tilnevnd ALMA (Astrid Lindgren Memorial Award)
- 2018: Neyðars skrímsl tilnevnd Barna- og ungdómsheiðursløn Norðurlandaráðsins
- 2017: Neyðars skrímsl fekk Barna- og ungdómsvirðisløn Íslands
- 2017: Hon, sum róði eftir ælaboganum tilnevnd Barna- og ungdómsheiðursløn Norðurlandaráðsins
- 2016: Hon, sum róði eftir ælaboganum fekk Barna- og ungdómsheiðursløn Útnorðurráðsins
- 2016: Hon, sum róði eftir ælaboganum á IBBY Honor List 2016
- 2015: Hon, sum róði eftir ælaboganum tilnevnd Barna- og ungdómsheiðursløn Útnorðurráðsins
- 2014: Tilnevnd ALMA (Astrid Lindgren Memorial Award)
- 2013: Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri bøkurnar og leikirnar Skrímslini og Veiða vind
- 2013: Tilnevnd ALMA (Astrid Lindgren Memorial Award)
- 2013: Klandursskrímsl tilnevnd Barna- og ungdómsbókavirðislønina Norðurlandaráðsins (Ísland tilvendi bókina).
- 2012: Veiða vind tilnevnd Nordisk Børnebogspris
- 2011: Skrímslahæddir tilnevnd Fjörðuverðlaun í Íslandi
- 2009: Várferðin til Brúnna tilnevnd Barna- og ungdómsheiðursløn Útnorðurráðsins
- 2008: Virðisløn í stuttsøgukapping um at skriva stuttsøgu til ungdóm fyri Spitølsk
- 2007: Barnabókaverðlaun Menntaráðs Reykjavíkur fyri Stór skrímsl gráta ikki
- 1996: Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri Tey kalla meg bara Hugo
Persónligt:
Foreldur: Ole Jakob Nielsen, trælistamaður og Guðrið Helmsdal, yrkjari.
Systkin: Gudmund Helmsdal Nielsen, filmsfólk og MA. í miðlavísind.
Børn: Gwenaël Akira Helmsdal Carré, f. 1994, Felisia Jógvansdóttir Helmsdal, f. 2002 og Sirius Jógvansson Helmsdal, f. 2006.
Gift við Jógvan Olsen, urtagarðsmanni og røktarleiðara.
Samband:
Tlf.: oo298 216596
t-postur: rakel(kurla)helmsdal.fo
handan Á 3B
100 Tórshavn
Pingback: Høvundaverkstova í oktober: Kenn tínar persónar sum tínar bestu vinir - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal
Pingback: Høvundaverkstova í oktober: Kenn tínar persónar sum tínar bestu vinir | Listaskúli Føroya
Pingback: Skriviskúli við Løkin / Writing school at Løkin Library – Hugspor og blik – Rakel Helmsdal
Pingback: Undrunarskeið – Hugspor og blik – Rakel Helmsdal