Skriviráð

B_Writing down memoriesEin spurningur verður altíð settur høvundum:

“Hvaðani fært tú tíni hugskot?”

Svarið er einfalt: Høvundar fáa síni hugskot við at lurta og hyggja og lúra og ímynda sær. Søgur eru allastaðni. Alt tær nýtist at gera, er at geva tær far um tær, at sansa tær.

 

 

 

Her eru nøkur ráð til tín, sum fegin vil vera høvundur:

SKRIVA! Hetta man tykjast so sjálvsagt, men har eru folk, sum halda, at tey kunnu gerast høvundar uttan at skriva. Ger eina avtalu við teg sjálvan um at skriva eitt sindur (eitt reglubrot, eina síða, tvær síður) hvønn dag

SKRIVA UM! Tú kanst ikki seta teg niður og vænta, at nakað gylt, vakurt og víst kemur niður á pappírið (telduna), fyrstu ferð tú skrivar. Tað tú kanst av røttum kanst vænta, er, at tað, tú skrivar, verður betur hvørja ferð tú skrivar tað um.

LES! Tú skalt ikki vænta, at tú kanst gerast høvundur, um tú ikki ert lesari. Tú skalt lesa skaldsøgur og stuttsøgur, ævisøgur og yrkingar, ævintýr og skrøggsøgur, les, les, les, les, les, les, les, les, les

HYGG! at heiminum kring teg. Legg til merkis smálutir, lat hugin uppfyri tí tú sært.

LURTA! eftir fólki, tá tey tosa. Øll hava sína søgu. Lúr. Far upp í samrøðurnar. Spyr. Og legg til merkis hvat tey svara.

TRÚGV UPPÁ TEG SJÁLVAN! – har er ongin skeivur ella rættur háttur at siga eina søgu. Tað er ein av orsøkunum til at skriving er so spennandi og so ræðandi: tú mást finna tín egna hátt. Ver góður við teg sjálvan. Lurta eftir hinum, og ger so tað tú vilt.

(Leysliga týtt eftir Kate DiCamillo)

Tey 10 ráðini hjá Hemmingway til ungar høvundar:

  1. ver ”forelskað/ur” í verðini
  2. skriva sum galt tað lívið
  3. hygg at heiminum
  4. hitt aðrar høvundar
  5. spill ikki tíðina
  6. lurta eftir tónleiki og hygg at málningum
  7. les uttan íhald
  8. royn ikki at greiða frá
  9. ger sovorið sum tær dámar at gera
  10. TIG!
Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *