“Har land og hav møtast, sum tað so ofta hendir, er einastaðni ein djúpur tryggur fjørður.
Sjógvurin í fjørðinum er indigobláur, og skógurin, fjøllini og heiðin eru heystsprøklut, koparreyð, safran og brandgul. Mitt ímillum liggur býurin og dusar sær í sjóvarmálanum, sum ein livandi bordi um fjørðin.
Hesin býurin, – sum fyri fremmandamannin er sum allir aðrir býir, og fyri íbúgvar sínar er jarðarinnar lunga – nevnist Port Janua. Í honum er m.a. ein gøta, ið kallast Tístram Skribabrekka.
Oman Tístram Skribabrekku kemur eisini ein 12-13 ára gamal drongur hendan heystardag um døgðuratíð. So ljóshærdur er hann, at tú undrast stórliga á, hvaðani hann fekk hasar dimmbrúnu sviskusteinarnar í eygunum.
Hann bríkslar snjalt, meðan hann sparkar tað púra óseka heystleyvið, ið liggur í smáum dungum, har vindurin ella gøtusóparin hava savnað tað. Tað støkkur ovfarið ein metur uppfrá, ella meira, ger eitt loftlop ella tvey, savnast í eini pinkumelduródn, sneiðir yvir móti næsta leyvdunga, meddar galið og spreiðist um alla gøtuna. Í mun til so mong onnur har í Tístram Skribabrekku hava drongurin og leyvið ongan skund.
At Tino Galopin av røttum skuldi sitið í eini skúlastovu og júkað søgu Port Janua frá fyrsta djarva niðursetufólkinum til seinastvalda borgarstjóra, er ongin, sum leggur nakað í, uttan Julius Sejer, søgulærarin, ella kanska Teofil Teis, skúlastjóri, um hann hevði vitað av tí.
Niðan hesa somu Tístram Skribabrekku kemur ein smágenta, ið man hava sæð eins fáar vetrar og drongurin, – kanska færri.
– Hey, Tóa, veitst tú ikki, at tað ikki er loyvið at skulka!?
– Eg skulki ikki, Tino Ørindadrongur! Eg havi frí, og nú fari eg til klaver hjá Claudiu Leopold, svarar Tóa Anatol. Røddin vil prógva fyri dronginum, at ørindi hennara eru væl meira áhugaverd, enn gentan sjálv heldur.
Hennara kviku fet í grønum lissuskóm steðga ikki eina løtu. Hann vil ikki lata hana sleppa so; heldur somu leið sum hon, uttan tó at venda sær á. Bakkar soleiðis á gongubreytarrondini niðan gøtuna undir liðini á henni.
Hann gevur eini leyvrúgvu eitt sip við vinstra fóti, gentan spælir spegil, og ein rúgva fær eitt grønt høgrafótssip í hina ættina. Bløðini fúka upp í loft og koma í bland við hennara hálvlsíða gularótareyða hár, sum flákrar í fleyrinum.
Børnini hugsa ikki um, at einaferð hevur verið eitt summar, har somu bløðini hingu grøn, sum tak yvir gongubreytirnar. Ella, at áðrenn hetta summarið var eitt vár, har hesi bløðini vóru smáar nálir á greinunum um alt Port Janua.”
Soleiðis byrja “Søgur úr Port Janua”. Hetta er eitt brot av tí søguni sum gongur gjøgnum allan tann fyrsta partin av bókini:
Nornatræðrir
Hon er um Tino Galopin, sum rennur ørindir fyri fólk í Port Janua ístaðin fyri at vera í skúla. Á ferð síni runt í býnum kemur hann til støð og hittir ymist fólk, sum søgur verða sagdar um. Tann fyrsta er:
Strategi likørkonfekt
Hon er um klaverlærarinnuna Claudiu Eigilsdóttir Leopold, sum mitt í sínum perfekta lívð fær vitja av gamla vinmanni sínum Ísak Zigbrantsson. Ísakur er komin fyri at siga henni sína versión av vinskapi teirra.
Og tað verður ikki beinleiðis hugnaligt fyri Claudiu.
Fortuna í sjálvdrátti
Er um myndahøggaran Illuga Giannin, sum ætlar at gera sítt lívs stórsta verk, men alt gongur ikki sum ætlað. Hann fær vitjan av einum gomlum vinmanni, nú kenda rithøvundanum Hóra Huga, og vøkru konu hansara Manon Mayan. Illugi hevði ætlað, at ongin skuldi sleppa at ávirka verk hansara, men hann hevur ikki rokna við tí ávirkan Manon fær á hann.
Firvaldaseljarin
Studenturin Elanor býr mitt í Port Janua í eini loftsíbúð. ein kaldan vetrardag sær hon ein løgnan gøtuseljara, ið hvørki hoyrir ella tosar, men sum selur teir vakrastu firvaldarnar, tú kanst hugsa tær. Elanor gerst sera hugtikin av honum og firvaldum hansara, fylgir teir næstu dagarnar væl við, hvat hendir honum.
Violettur seinnapartur
Tá húskið Svartborg flytir inn í tey gomlu húsini hjá Bram doktara, finna tey út av, at eitt loynirúm er í húsinum, og tey finna tær gomlu dagbøkurnar hjá doktaranum. Og tað vísir seg ikki at vera alt.
Apríl
Ungi letingin Visti Eigilsson heldur seg vera sera snildan, tá hann bjóðar seg til at vísa tí vøkru reyðhærdu Huldu veg í skógunum yvir Port Janua. Men Hulda er ikki tann hon gevur seg út fyri at vera.
Epinicia
Lucius Giannin er bitin av fjallaklintring, og serliga av fjallinum Kastalin, sum tað enn ikki er eydnast nøkrum at koma upp á. Sjálvt tá hann missir besta vin sín, og gerst lamin gevst hann ikki at droyma um at koma upp á Kastalan.
Gestur
Nýútbúðna lærarinnan Amanda Theone situr í tokinum til Port Janua. Hon skal vitja Petrus og Viveku Lund, sum hon ikki kennur. Í tokinum saman við henni situr ein eldri maður. Hann ávarar hana móti hesum fólkunum, og seinni fær Amanda at sanna, at heilt vanlig eru Lund ikki.
Undirgangur Jónatan Hariols
Einaferð varð Jónatan burtur í 5 dagar og øll hildu hann vera deyðan. Tá hann kom aftur var hann vorðin óður í høvdinum, og helt at hann skuldi bjarga heiminum undan undirgangi. Flestøll hildu hann bara verða óðan í høvdinum, men har vóru kortini nøkur, sum trúðu honum.
Glámlýsi og mánalátur
Ein keðiligan vetrardag kemur ein ungur fremmandamaður inn í bókhandilin har Mjøll arbeiðir, og knappliga er hesin stormfulli myrki veturin ikki so myrkur longur……
Skerdu vit veingir tínar, Ikaros?
Yrkjarin Ikaros hevur skriva ein yrking um heimssannleikan. Hann vil at so nógv fólk sum møguligt skulu hoyra hesa yrking, og hann roynir at fáa vin sín Rudi og vinkonu sína Isabellu at skilja hetta, men eru tey samd við honum?
Anarin
Gamli Benjamin Ambrosius hevur ligið lamin í langa tíð, men hann noktar at doyggja. Tá ungi langabbasonur hansara roynir at taka lívið av sær og ikki vil liva longur, roynir tann gamli at geva honum lívshugin aftur.
Æl
Tann dagin fór hon út opin og vónfull sum eitt ópakkað kuffet áðrenn ferðina at møta tilvildini. Og á einum gloymdum spæliplássi kom tilvildin til hana og gjørdi dagin júst so góðan sum hon hevði hugsa sær, so góðan at sjálvt eitt grimdarregn ikki kundi broyta tað.
Krógva & blunda
Í Sirkus Sirius er móti øllum traditiónum ein nýggj dansarinna, Lóa Libra, komin inn, sum ikki er uppvoksin í sirkusverðini.Gekkurin Natanael er góður við hana, og onnur látast at vera tað, men kanska er tað ikki allur sannleikin.
Annar parturin av bókini er ein sjónleikur:
Kvarnareyga purpurreyða
Har hitta vit aftur nøkur av teimum, vit fyrr hoyrdu um, Illuga Giannin, listamannin, Lóu Libra, línudansarinnuna, Beu Florentin, urtasølukvinnuna og Anthonius Hinumegin, tann gamla ferjumannin. Í eini ódn eru tey øll av tilvild komin at gista í einum oydnum húsum, – tykist tað sum í hvussu so er. Her vera nakrir av lívsspurningunum hjá hesum 4 menniskjunum settir upp.
Permumyndina gjørdi Marius Olsen.
Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út í 1996.
Les eitt av ummælunum HER: Sjerasada um aldamótið 2000 – Turið Sigurðardóttir 16.5.97