Veturin hjá Undu – Úr Mosakulluni 2

Veturin hjá Undu er onnur bókin um sniffilin Nóa og vinir hansara

Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Og tað er ikki bara kuldan, hann skal varða seg fyri – alt er øðrvísi, tá kavi er, og har eru vandar í Dalinum á vetri, sum Nói onki kennur til.

Eisini hesa bókina hevur Edward Fuglø myndprýtt. Litirnir eru bláir og meira vetrarkendir enn í fyrru bókini.

Bókin kom í 2009.

Søgan er ætlað foreldrum at lesa fyri børnum sínum og er tann næsta í røðini “Úr Mosakulluni”.

 

Ætlandi koma tvær bøkur afturat um Nóa og tey.

Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *