Fríggjadagsmyndin: Ein lítil søga um upphavsrætt

Mær dámar alla møguliga list, men mær dámar nokk serliga væl trívíddar (trýdimensionella) list, standmyndir, installatiónir, málningar sum koma út úr rammuni, diorama’ir, tableaux vivant v.m.

Eg siti ofta og surfi á netinum eftir myndum, og ein dagin rendi eg meg á hesa:

Julien Oncete: “Dutch Angels”

 

Hon er gandakend og løgin og tú fært hug at siga søgur um hana.

Ikki minni løgin verður hon, um eg royni at finna upprunan til hana á netinum. Tað, sum eg fyrst finni, kennist meira ella minni sum pell. Har stendur, at høvundurin, nobelprísvinnarin og facisturin Luigi Pirandello eigur myndina og at hon er tikin í 1926 til leikin hjá honum “Diana e la Tuda”. Men um eg lesi, hvat leikurin er um og hyggi at myndini, síggi eg avgjørt onki samband, og heldur ikki sær myndin út sum um hon er úr 1926. Altso má eg leita víðari…

Eftir langa leitan (hvat kundi eg ikki havt brúkt hasa tíðina til av týdningarmeiri arbeiði!), finni eg fram til, at fotografurin eitur: Julien Oncete og myndin “Dutch Angels”. Julien Oncete er rímuliga ókendur rumenskur fotografur, sum leitar eftir arbeiði sum fotografur. Onki sum helst samband við facisthøvundan, tíbetur. Onkur hevur av ókendum grundum givið Pirandello heiðurin fyri myndina og so er pellið vorðið sannleiki. Soleiðis kanst tú við bara at endurtaka eina lygn nóg ofta, gert hana til sannleika.

Men eg veit so framvegis ikki, hvørjum myndin er av. Hvørja søgu kundi man ikki fingið burturúr hasum?

Gott vikuskiftið!! 🙂

Hendan søgan fekk eitt framhald. Les tað HER.

Tagged , . Bookmark the permalink.

One Response to Fríggjadagsmyndin: Ein lítil søga um upphavsrætt

  1. Pingback: Viðmerking til fríggjadagsmyndina “Dutch Angels” - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *