Geva við einari hond og taka við hinari……

Ja, tað mátti koma….. Skuffilsi…..

Mentanargrunnurin fær eina millión afturat!!! Jub...øøøøøøhh….

– fyrst av øll: Tað passar ikki!

Mentanargrunnurin fær bara pengarnar aftur, sum vóru tiknir úr honum í fjør, tá listafólk, (sum frammaundan eru lægstlønti samfelagsbólkurin yvirhøvur), skuldu spara 20 %, væl meira enn allir aðrir samfelagsbólkar.

Ok, Mentanargrunnurin fær nú pengarnar aftur og so skullu vit jubla og rósa landsstýrinum. Tað var ætlanin, ha? Nú fari vit at gevast at vera ill og óð og kritisk, tí vit hava fingið pengarnar aftur! Latum okkum líka undirstrika, at almennu Føroyar brúkar nakað væl minni av kr/borgara uppá list, enn onnur lond vit vanliga samanbera okkum við, t.d. Norðurlond.

Vit vóru sjálvandi fegin, um ikki yvirfegin, tá tað nakrar dagar síðani frættist, at Mentanargrunnurin skuldi fáa milliónina aftur, men gleðin vardi bara til í gjár.

Thief picking man's pocket

Ansa eftir ikki at benda teg eftir krónuni, restin verður tikið handan bakið á tær….

Nú er tað greitt, at pengarnir ikki eru uttan treytir. Mentanargrunnurin er settur undir administratión (er tað ikki so tað eitur, tá ein banki/land er við at fara á heysin, tí tey hava brúkt ov nógv, og tí skullu ansast av øðrum, sum duga betri við pengum?). Mentanargrunnurin, sum fyrr hevur verið stýrdur av eini politiskt óheftari nevnd, er ikki longur frælsur at býta peningin, men mentamálaráðharrin sjálvur skal sleppa at oyramerkja pengar til slíkt, sum hann hevur hug til! Hvat varð av hasum sokallaða “armslongdarprincippinum”?

Filmslist er nevnd sum ein partur av hesi oyramerking.

Lat meg siga beinanvegin, at eg vil filmslistini alt gott, og væl tað! Sjálvandi skal filmsvinnan stuðlast! Og eg vil halda fast uppá, at tað er filmsvinnan! Filmur er nakað, sum veruliga kann gerast ein vinna.

Men harragud! ½ millión forslær sum ein skræddari í helviti, tá tað kemur til filmsvinnuna. Filmur er tann dýrasta listin sum er til. Allur Mentanargrunnurin forslær líka so illa sum hasin fyrrnevndi skræddarin.

Ger ein veruligan filmsgrunn við eini munagóðari upphædd í, um tú vilt filminum væl, harra Kalsø!!

Mentanargrunnurin skal fáa frið! Handan ½ milliónin (og alt hitt, sum tú opinbart ætlar tær at velja sjálvur, hvat tú brúkar til,) røkka sera langt hjá nógvum av teimum listafólkunum, sum søkja Mentanargrunnin, og landið fær upphæddina fleirfaldaða aftur.

Og annars so er tað sanniliga uppá tíð, at taka allar ætlaninar um Føroya Listaráð fram aftur, sum vóru klárar at føra út í lívið áðrenn síðsta val – ongantíð ov skjótt!!!

Tagged , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *