Børini hjá okkum syngja í kórum, Sirius í Yngra kórinum hjá Tórshavnar Musikkskúla og Felisia í Cantus, úrvalskór í Tórshavnar Musikkskúla.
Undan jólum eru tey við til fleiri konsertir. Her er ein upptøka frá Familjukonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri tann 8. desember, har tey bæði vóru við:
Her er Symfoniokrestrið við barnakórið við “Sledan vinglar” í eini pragtfullari jazzutari útseting:
Yngra kór var eisini við á Luciukonsertini. Her sungu tey m.a. Frelsarin føddur:
Og nú í kvøld syngur Cantus sína egnu konsert í Hoyvíkar kirkju saman við klarinettnæmingum úr Musikkskúlanum. Konsertin er kl. 19.30!