Skriva mørk og avmarkingar burtur

sprotin

Sprotin bað um loyvi at seta takkartøðuna fyri Útnorðurvirðislønina á heimasíðu teirra.

Skriva mørk og avmarkingar burtur

Takkarrøða, sum Rakel Helmsdal helt tann 29.08, fyri virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir.

Á einum skriviskeiði fyri ungdómum úr øllum Norðurlondum fingu norðurlendsku undirvísandi høvundarnir spurningin, sum høvundar altíð at fáa:

Hví skrivar tú?

Ein segði: “Eg skrivi fyri at siga tær ósøgdu søgurnar.”

Ein annar: “Eg skrivi fyri at minnast staðið, har gloymskan byrjar og at finna kostnaðin fyri lygnirnar, sum sannleikin er gjørdur úr.”

Ein triðja: “Eg skrivi fyri at binda prikkarnar av íblástri saman, tað er spæl og hart arbeiði, tað er ein rannsóknarferð.“

Eg hugsaði leingi um spurningin. Hvat er mín grund? Har var ein sannleiki í tí hini søgdu, sum eg væl kundi kenna aftur, men hvør var mín serliga orsøk at brúka so stóran part av lívinum uppá nakað, sum ongin í veruleikanum hevur biðið meg gera, og sum ongin bíðar eftir?

Eg kom til hesa niðurstøðu:

“Verðin er full av mørkum og avmarkingunum. Í huga mínum eru ongar avmarkingar, har finnast ongi mørk millum veruleika og dreym. Eg skrivi fyri áhaldandi at kanna hetta markloysi.”

Hetta er tað, sum ger tað vert at t.d. brúka 16 ár at fáa eina skaldsøgu lidna, sum tað gjørdi við “Henni, sum róði eftir ælaboganum.” Tá eg skrivi, ber alt til, bæði tað ræðuligasta og tað vakrasta og alt har ímillum.

Ein nógv brúkt kliché er, at vit hava bara eitt lív, men lesarar hava túsundavís. Tað vita ongi betur enn tey, sum arbeiða á bókasøvnunum og miðla hesi lív til okkara.

Men har er eitt, sum er betur enn at vera lesari: At vera høvundur! Tá hevur tú ikki bara tey túsundavís av lívum, sum bøkurnar bjóða tær, tú kanst eisini skapa lívini – tú ert gud!

Tú ert tann, sum sleppur at gera dreymarnar til veruleika og veruleikan til dreym. Tú sleppur at síggja og granska allar søgurnar, sum lívið er fult av, allastaðni og alla tíðina. Tað snýr seg um at tora at kasta seg út í markloysi og koma upp undan aftur við onkrum, sum onnur hava hug at uppliva saman við tær – og frítt av tær. At lata hesi nýføddu lívini liva sítt egna lív uttan teg.

Sum høvundur letur tú hurðar upp til nýggjar heimar, hurðar, ið ikki kunnu latast aftur aftur, tá nóg nógv eru farin gjøgnum tær. Fiktiónin gerst veruligari og veruligar fyri hvønn, ið lesur hana. Hon verður ein partur av okkara felags hugaheimi, nakað vit hugsa og tosa um, og taka avgerðir út frá, uttan longur at varnast, at upprunaliga var hetta bara ein dreymur í óavmarkaða hugflognum hjá einum høvunda.

Eg takki hjartaliga fyri tann stóra heiðurin tit sýna mær. Takk, at tit hildu, at hon skal sleppa at rógva longur út.

Heiðurslønin  loyvir mær at kava út í hugans markloysi enn eina tíð og vónandi gera skaldsøguna, eg skrivi nú, lidna uppá nakað væl minni enn 16 ár.

Takk!

Tagged , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *