Tann 11. mai 2013 var føroyska verkið Veiða vind framført í Eldborg í Hørpu í Reykjavík fyri fullum sali. Rakel Helmsdal skrivaði søguna, Kári Bæk gjørdi tónleikin og Janus á Húsagarði myndirnar. Íslendska symfoniorkestrið spældi undir leiðslu av Bernharði Wilkinson meðan Benedikt Erlingsson, sjónleikari, segði søguna.
Aftaná sýningina signeraðu tónasmiður, teknari og høvundur upp móti 100 bøkur fyri teir áhugaður áhoyrararnar.
Her er leinkjan til konsertina í Hørpu.