Bílegg eitt skrivskeið

writing-1Skriviskeið kunnu setast saman á ymsan hátt alt eftir tørvi.

Tað kann vera eitt skeið fyri bólkar eini 10-12 persónar í 2 dagar, 1 dag fyri nógv fleiri fólk, einstaklingaskeið yvir eina viku o.a. Tað valdast alt, hvat tað er tú/tit ynskja at læra.

Um tú vilt fáa eina skjóta innføring í skriviteknikkir, ið lætta um hvørja ferð tú skalt skriva, so kann eitt skeið saman við nøkrum fáum øðrum í t.d. tveir dagar gera stóran mun.

Um tú vilt hava ein djúpari vitan um skriviteknikk og persónliga vegleiðing, kanst tú antin koma á skeið á Listaskúlanum ella bíleggja tær eitt einstaklingaskeið í eina viku.

Prísir:

Vegleiðandi prísir eru at síggja á heimasíðuni hjá Rithøvundafelagnum, men eg fari kortin at áseta serstakan prís alt eftir hvat eg verið biðin til. Ring (216596) ella skriva til mín (rakel(kurla)helmsdal.fo) og spyr um prís.

Hetta siga tey um míni skriviskeið:

Hesar viðmerkingar skrivaðu nøkur ung eftir eitt skriviskeið fyri 7. til 9. flokk í Hvalbiar skúla:

Tað var so gott, at vit bara skuldu skriva, ikki hugsa um komma og punktum ella at skriva skeivt, bara skriva tað, vit komu í tankar um”, sigur Marý Sigurheim, úr Sandvík, sum gongur í 9. flokki í Hvalba.

Lea Rebekka Hentze Holm úr 8. flokki sigur, at hon heldur skeiðið vera sera áhugavert. Hon sigur, at hon lærdi nógv, sum hon kann brúka aftur til annað, til dømis tá ið hon skal skriva stíl. Hon helt eisini, at Rakel var so blíð og glað. Lea Rebekka helt, at hon lærdi nógv av at arbeiða í bólkum, hon er von við bólkaarbeiði, men kanska ikki so nógv, tá ið tað beinleiðis snýr seg um at skriva søgur.

Johan Eli Thomsen úr 9. flokki sigur, at honum dámdi væl. Hann følir, at tað verður lættari hjá sær at skriva stíl nú. ”Rakel lærdi okkum bara at skriva út í eitt, ikki steðga á og rætta, vit skuldu rætta aftaná”.

Elma Næs Mortansdóttir úr 7. flokki segði, at sær dámdi væl. Hon segði, at Rakel vísti meiri á, hvussu tað bar til at byrja ein stíl ella eina søgu. Eisini hvussu nógv mann fekk burturúr við bara at skriva uttan at hugsa seg um ella steðga á. Rætta aftaná.

Hesar viðmerkingar skrivaðu lærarar eftir vistarskeið við Gjógv, sept. 13.:

“Sera væl skipað, inspirerandi og gott skeið! Gott við teori og praksis blandað saman á henda hátt.”

“Stuttligt, sera áhugavert, strævið.”

“Læruríkt at fáa nakrar lyklar at koma í gongd at skriva.”

“Praktiski parturin sera inspirerandi.”

“Tað var læruríkt at royna tað í verki sjálvur, ið vit ofta seta næmingar til. Tað kendist mennandi og avbjóðandi.”

“Grænseoverskridende!! Sera stuttligt – serliga at skula lesa tað upp, mann sjálvur hevur skrivað! Fantastisk kensla at uppliva at fáa eina stuttsøgu burtur úr einum orði.”

Tagged . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *