Skriviskúli við Løkin / Writing school at Løkin Library

Skriviskúli fyri øll, sum hava hug at gerast betur til at skriva, verður tvey vikuskift í vár. Kanska hevur tú ein dreym um at gerast høvundur, kanska ert tú bara forvitin eftir at vita meira um handverkið. Vit skriva og lurta og verða kveikt av hugskotum hjá hvørjum øðrum. Vit… les meira….

I write because… – Ungir føroyingar á høvundaskúla í Svøríki

Fyri fjórðu ferð vóru føroyingar bodnir við á spennandi høvundaskúla á vakra norðurlendska skúlanum Biskops Arnö, sum liggur á lítlu oynni við sama navni í stóra vatninum Mälaren í Svøríki, uml. 70 km frá Stockholm. Vit fingið trý pláss í ár og tríggjar ungar gentur teknaðu seg. Tíverri gjørdist ein… les meira….

Høvundamerkstova: Skriva ein “gysara” – At ræðast undir tryggum umstøðum

Tann 26. – 28. februar verður ein høvundaverkstova í skúlanum við Gøtugjógv. Verkstovan er ein av trimum á verkstovum á “Listaskúlin á ferð” í Eysturkommunu, sum er eitt tiltak hjá Listaskúla Føroya. Har vera eisini tvær aðrar verkstovur, so tað verður eitt sindur sum eitt lítið “Ung í Føroyum” fyri ein… les meira….

Nýggjastu skeiðini

22. januar 2019 Komandi skriviskeið verður á Runavíkar kvøldskúla tvey vikuskiftið í februar og mars: Skriviskúli fyri øll, sum hava hug at gerast betur til at skriva. Kanska hevur tú ein dreym um at gerast høvundur, kanska ert tú bara forvitin eftir at vita meira um handverkið. Vit skriva og… les meira….

Hurðin small harðliga aftanfyri hana…… – “650 orð”

Tátturin 650 orð er nú farin í luftina! Fyrsti tátturin í røðini 650 orð, var í gjár tann 4. september 2014 sendur í útvarpinum. Kári Olsen og Rúni Jákupsson og tykkara útsendi “medarbeiðari” vóru í studio’inum og prátaðu um tað at skriva og tveir sera ymiskir tekstir vóru lisnir upp.… les meira….

“650 orð” í Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar fer í vetur eitt legg út í bókmentaheimin, tann nýskapandi bókmentaheimin! Hetta næsta hálvárið verður tátturin “650 orð” nýtt innslag í sendingini. Hvønn hósdag millum 8 og 9 ber til at hoyra nýskrivaðan tekst eftir føroyskan høvund, og hvørja viku kanst tú gera eina roynd at skriva tekstin,… les meira….

Høvundaverksmiðjan “Kenn tínar persónar sum tínar bestu vinir” – útsett til í heyst

LivaSkriva 2-høvundaskeiði, sum skuldi verið her í juli, varð útsett, tí ov fá teknaðu seg. Har var heilt fitt av fólki, sum segði, at tey fegin vildu á skeiði, men at hetta vikuskiftið tíverri var upptikið. Tað letur til, at fólk hava nógv at gera um summar í Føroyum 🙂… les meira….

Kenn tínar persónar, sum tínar bestu vinir

Rói og eg hava nú lagt skrá fyri spennandi vikuskiftið, sum verður á Føroya Listaháskúla tann 11. til 13. juli. Enn er skeiði ikki fullteknað, so tú sum brennur eftir at skriva frálíkar søgur, har persónarnir eru so livandi, at lesarar tínir minnast teir restina av lívinum, kanst enn skunda… les meira….

Skráin fyri “Kava í minnisdýpið”

Petur og eg hava lagt eina skrá fyri spennandi vikuskiftið sum verður fyri framman á Føroya Listaháskúla. 14 luttakara hava teknað seg til skeiði, og vit eru bæði fegin og eitt sindur rødd um at skulla inspirera so dugnalig fólk. Skráin sær nøkunlunda soleiðis út. Møguleiki verður fyri at læra seg… les meira….