Fríggjadagin hevði eg eina lítla løgna søgu um eina mynd og hvussu ringt tað er at geva røttu fólkunum æruna av egnum arbeiði. Søgan var eitt sindur endaleys, tí eg kom ikki fram á veruliga upprunan til myndina, bara til navnið í fotografinum.
Men so er tað, at internetið vísir seg frá síni bestu síðu: Fólk, sum hava hug at samstarva og býta vitan millum sín. Ikki nógvar tímar eftir, at eg hevði lagt myndina “Dutch Angels” hjá Julien Oncete út á bloggin, fekk eg eini boð frá eini ungari kvinnu, sum eg í sínari tíð kom at kenna á fyrstu Ung í Føroyum-stevnunum, vit hildu afturi í byrjanini av øldini.
Birita í Dali gjørdist forvitin eftir at vita meira um hesa myndina, og hon treiskaðist longri enn eg og fann upprunan! Og nei, hasin facistdramatikarin átti ongan rætt til myndina, men hon var úr einum leiki. Ikki frá úr honum frá 1926 (sum tað so ofta var endurgivið á netinum), men úr belgiska leikinum “Angels Hearts” frá 2014! Sjónleikabólkurin eitur eitur Theater Tol og leikstjórin Lot Seuntjens. Eg vildi givið nógv fyri at sæð hann, tí hann sær púra fantstiskur út. Her eru nakrar myngir afturat myndir úr honum og okkurt videoklipp eisini:
http://www.youtube.com/watch?v=4eikkXYh-NE
http://www.youtube.com/watch?v=AXD3r9r3Ad0
So myndin “Dutch Angels” er eitt foto eftir rumenska fotografinum Julien Oncete, men myndin er úr belgiska úr leikinum “Angels Hearts“. Takk fyri títt detektivarbeiði, Birita, hetta var enn meira spennandi enn bara myndin 🙂
Pingback: Fríggjadagsmyndin: Ein lítil søga um upphavsrætt - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal