Estisk skrímsl / Estonian Monsters

Nei! segði lítla skrímsl er komin á estiskum á lítla, men góða forlagnum Norður. Á estiskum rópar lítla skrímsl ikki “Nei!”, men eins og á finskum “Ei!”. Tí eitur bókin “Ei”, ütles väike koll.

Skrímslabøkurnar eru nú 11 í tali og hava sum altíð tríggjar høvundar: Áslaug Jónsdóttir úr Íslandi, sum er bæði høvundur og dugnaligi illustratørurin, Rakel Helmsdal úr Føroyum, høvundur og Kalle Güettler úr Svøríki, høvundur. Bøkurnar koma út á trimum upprunamálum í senn: føroyskum, íslendskum og svenskum á trimum forløgum, ávikavist Bókadeildini, Forlagnum og Argasso.

Estisku týðingina úr íslendskum hevur Kadri Sikk gjørt. Skrímslabøkurnar verða vanliga týddar úr íslendskum, tí tað er íslendska Forlagið, sum hevur uttanlandarættindini.

Henda myndin av Skrímslaliðnum hevur nøkur ár á baki.

Forlagið Norður (Kirjastus Norður) varð sett á stovn í 2023 við tí endamálið at geva út norðurlendskar barna- og ungdómsbókmentir á estiskum. Higartil eru 5 av teimum 9 bókunum, forlagið hevur givið út, føroyskar. Seinni í ár fer eisini Toran gongur at koma út har, í týðing eftir Andry Arro.



Tagged , , , , , , , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *