Veiða vind aftur /Catch the Wind again

Um vikuskiftið vóru árligu barnakonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri og eg hevði tað gleði aftur at hoyra mína søgu “Veiða vind” við tónleiki eftir Kára Bæk og myndunum hjá Janusi á Húsagarði.

Verkið var til eftir at Kári Bæk vegna Føroya Symphoniorkestur í 2010 spurdi meg, um eg hevði hug at skriva søgu til verk, sum Kári skuldi skriva til barnakonsertirnar árið eftir.

Eg vaks upp við “Pætur og úlvinum” eftir Sergej Prokofjev. Mín útgáva var donsk og var ein tann fyrsta plátan eg fekk, ein EP frá 1972 og hon var lurta hálvavegna í pettir. Míni børn vuksu upp við føroysku útgávuni hjá Føroya Symfoniorkestri, har Páll Danielsen segði søguna.

Prokofjev skrivaði bæði søgu og tónleik, men eg haldi ikki, at eg kundi fingið størri uppgávu enn at skriva eina søgu, sum skuldi enda á pallinum saman við einum symfoniorkestri. Tað var ein kensla av at takka ja til ein dreym, sum eg ikki so frægt sum hevði torað at droymt, so sjálvandi takkaði eg ja.

Tá eg hevði skrivað søguna og Kári góðtikið hana, fekk eg hugskotið at spyrja Janus á Húsagarði um at gera nakrar skitsur, tí søgan var full av myndum. Hann játtaði beinanvegin og tá tær vóru lidnar, fór eg til mítt forlag, Bókadeildina, við hugskotinum at gera bók burturúr verkinum.

Tað endaði við einum samstarvi millum Bókadeilina, NÁM og Føroya Symfoniorkestur, sum kulmineraði í konsert og bókaútgávu í apríl 2011.

Tvey ár eftir kom Veiða vind eisini á íslendskum í týðing eftir Þórarinn Eldjárn. Eg var við til konsertina í Hörpu í mai 2013.

Í januar 2019 spældi London Symphoniorcestra Chatch the Wind (týðing eftir Maritu Thomsen) í Barbican Hall, har eg eisini var áhoyrari.

Síðani er verkið framført eitt ótal av ferðum av føroyska og íslendska symfoniorkestrunum.

Til konsertina leygardagin kundi eg staðfesta, at hóast verkið er 14 ára gamalt, eri eg satt at siga enn nøgd við avrikið. Eg vildi tó havt ynskt, at tað var eydnast at geva bókina út á enskum eisini, men forlagið, sum hevði játtað at geva út, sló av í seinastu løtu, tí tey hildu bókina fara at vera ov dýra at prenta.

Fyrstu ferð bókin kom út, var fløga við. Onnur útgáva hevði eina leinkju til Spotify, har verkið nú er at hoyra. Gerið so væl!

Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *