List til sølu

Eg havi heilt fitt av myndum heima, sum eru til sølu. Flestu hava ikki passepartout ella rammu, men nakrar hava. Viðmerkt er, tá pass og/ella ramma er við.

Cyanotypi-prent

Cyanotypi er ein aldargamal prenteknikkur, ið er ein av upprununum til fotografiið. Tvey ljóssensitiv kemikaliir verða blandað og málað á dygdargott akvarellpappír. Síðani verður eitthvørt gjøgnumskygt tilfar (glaðra við fotoprenti, plast, plantur, glas við strukturi o.m.a.) lagt á pappírið og ein glaspláta omaná. Hetta verður so lýst við UV-ljósið, antin frá beinleiðis sólarljósi ella eini UV-lampu og síðani framkalla í vanligum vatnið.

Cyanotypiini hjá mær eru monotypiir, t.e. har er ongantíð meira enn eitt prent av hvørjum.

Prentini eru sera ljóshaldfør. Fólk siga seg hava havt tey hangandi í 40 ár uttan at nakar munur sæst á.

Hesi prentini eru til sølu í løtuni. Ring til mín á 216596 ella skriva til rakel.helmsdal@gmail.com um áhugi er fyri at keypa eitt verk.

Comments are closed.