Teir gomlu egyptarnir høvdu krokodilluna og kettuna. Indarar hava kúnna. Og føroyingar hava….. bilin. Tann heilaga privatbilin.
Vit eiga fleiri persónbilar pr. íbúgva enn flest onnur lond, og vit hava helst færri kilometrar pr. íbúgva at koyra teir á, enn flest onnur lond. Næstan øll húski eiga ein, og heilt nógv eiga tveir, og øll ”bedýra”, at tey avgjørt ikki kunnu liva hann fyriuttan. Øll gjalda ein størri part av mánaðarlønini til rentur og avdrag, brennievni, vegskatt, trygging og umvælingar enn tey vilja viðganga, hóast tey vita, at tey kundu tikið ein hýruvogn minst eina ferð um vikuna alt árið runt, og kortini ikki komi upp í námind av somu upphæddini.
Havnin er púra yvirsvomin av teimum, bilkøirnar og ferðsluknútur liva væl upp til teir í stórum londum við milliónabýarferðslu, og har verða allarhelst søgd eins nógvar illbønir og klikt líka ótolið við fingrunum niður á rórið um morgunin klokkan fimm minuttir yvir átta, sum allar aðrar staðni í verðini.
Bilar skulu hava rætt at koma runt allastaðni, ongin hevði verið fegnari enn føroyingar, vóru allir handlar drive-in. Parkering skal vera loyvd allastaðni, frammanfyri trappur, uppi á gongubreytum (serliga har gongubreytin longu er í smalara lagi ella har ein lyktapeli er), líkamikið um tað ikki ber til hjá fótgangarum og barnavognum at sleppa framvið. Parkeringsvørðurin er fólkafíggindi nr. 1.
Um veturin skulu vegirnir sjálvandi ruddast fyri kava, saltast og grúsast, tí bilarnir teir mugu so sleppa fram! At kavin so liggur sum smáar fjallaketur uppi á gongubreytunum, tað gerst ikki við. At tað eisini er týdningarmiklari at salta vegirnar enn gongubreytirnar, tað skilur ein og hvør, og at skúlabørn skulu ganga eftir glerstoyttum gongubreytum klokkan átta um morgunin við vanda fyri at glíða út á vegin, tað má so bara vera ein vandi, vit mugu liva við í einum privatbilistsamfelagi.
Vit taka øll helst koyrikort, so títt og knapt vit fylla 18, men at kanska minst helvtin av okkum ikki eru egnað til at koyra, er ongin sum kannar. Tað at koyra bil krevur næstan ómenniskjansliga konsentratión, tú skalt ikki bara ansa eftir, at tín bilur verður væl koyrdur, men eisini ansa tær fyri øllum øðrum bilistum, súkklistum, fótgangarum, hundum, kettum og smáfulgum, vindi, avfalli og ljósviðurskiftum, síðugøtum, sniðgøtum, rundkoyringum, vegkrossum, gonguteigum og alskyns skeltum. Sum var hetta ikki nóg mikið, so skalt tú eisini ansa eftir, at tú ikki koyrir ov skjótt ella seint, ikki pressar motorin, at brennievni er á, at tú ikki hongur á koblingini, at ljósini nú eru røtt til røttu umstøðurnar. Tú skalt práta við síðumannin/konuna, við børni á baksetrinum og (helst ikki) taka fartelefonina og avtala (ella avlýsa) fundir.….. At í alt kanst tú taka fyri givið, at onki vanligt fólk fær savnað seg um alt hetta í senn og øll tískil hava løtur, tá tey ikki eru so ansin og vakin, sum tú eigur at vera, tá tú hevur títt egna og nógv onnur lív í hondunum/rórinum.
Størsta próvgrundin fyri, at øll skulu hava privatbil, er, at tað er tíðarsparandi. Men er tað nakar sum hevur roknað út, hvussu nógva tíð tú sparir, í mun til hvussu nógva tíð tú nýtir til at 1) vinna tær pening at hava ráð til bilin 2) at taka tær av bilinum (viðlíkahald, eftirlit….) 3) at bíðja í trafikproppum 4) at finna parkeringspláss og ganga til og frá parkeringsplássinum……..
Við vanda fyri at verða lúnsjað, fari eg nú at koma við eini utopi:
Hugsi okkum, at privatbilisman var avtikin! (orsaka, orsaka, eg veit tað er blasfemi, men vit spæla bara!) og vit í staðin høvdu eitt vælvirkandi net av almennari ferðslu, – bussar fimtahvønn minutt allastaðni í býnum og minst hálva hvønn tíma millum bygdir. Fyrimunirnir høvdu verið næstan óteljandi:
1) Vit høvdu havt eitt lið av sera góðum bussførarum, ið bert nýttust at ansa eftir hinum bussunum og ikki øllum teimum hálvvánaligu (og vánaligu) bilførarunum.
2) Nógv fólk høvdu havt meiri pening millum hendurnar, – ella styttri arbeiðstíð, tí teimum ikki nýttist at arbeiða fyri bil.
3) Nógv høvdu verið sunnari, tí tey oftari høvdu runnið aftaná einum bussi, og kanska gingið til næsta steðgistað, var veðrið gott.
4) Samfelagið hevði sloppið undan stórum útreiðslum av sjúkrahúsviðgerð aftaná ferðsluóhapp og ringa heilsu av at sita ov nógv í bili.
5) Fólk høvdu prátað meira saman ella lisið fleiri bøkur, tí tað ber væl til í bussum, tá tú ikki noyðist at vera 200 % konsentreraður um at koyra.
6) Sunnudag kundu fólk gingið túr ístaðin fyri at vaskað bil.
7) Tað hevði ikki bilað um tú koyrdi fullur, bara tú ikki spýði á bussføraran.
og og og…. tú kundi hildið á…
Gamaní, landskassin hevði fingið minni inn í avgjøldum og vegskatti, men mundi tað ikki skjótt verið spart inn í útreiðslunum, ið stóðust av bilismuni? Parkeringsvørðar og ferðslupolitiið høvdu mist arbeiði og bilsølumenninir farið á heysin, men mundu hesir ikki kunna fingið eitt arbeiði at vaska tey hugnaligu, fjálgu busskýlini, sum sjálvandi høvdu verið á hvørjum horni ella til at hjálpa gomlum og barnakonum upp í bussin?Ja, utopi er tað í privatbilismunar paradísi, men heldur tú veruliga at tað ljóðar so keðiligt?