Íløgur í listafólk

Í fyrra blogginum hjá mær um Mentanargrunnin, skrivaði eg, at eg onga starvsløn fái í ár. Hetta skal ikki skiljast sum eitt álop á grunnin. Eg havi nógv at takka Mentanargrunninum fyri. Síðani eg fyrst í 90’unum fekk mína fyrstu 1-mánaða starvsløn, havi eg fingið nógvar gjøgnum árini og serliga… les meira….

Onga løn í ár

Fyri nøkrum døgum síðani kundi eg bara konstaterað, at tað ikki hjálpir tær sum listafólk at fáa viðurkenning, í hvussu so er ikki, um tú skalt fáa nakra peningarliga løn at arbeiða fyri. At eg í fjør fekk barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs, var tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins og tilnevnd… les meira….

Pep talk á Bókadøgum 2013

Seint í november skipaðu Rithøvundafelag Føroya, Norðurlandahúsið  og Bókadeildin fyri Bókadøgum í Norðurlandahúsinum. Tað var eitt stórt og væleydna tiltak, sum meira er at lesa um HER. M.a. vóru tveir dagar við áhugaverdum høvundaverksmiðjum, og ein av døgunum var eg biðin um at koma við nøkrum inspirerandi toknum, áðrenn verksmiðjurnar… les meira….

Eg meini tað: Viðmerkingar frá Føroyafelagnum móti Fótgangarum

Vit í Føroyafelagnum móti Fótgangarum vilja hervið koma við nøkrum viðmerkingum um ferðsluna sum heild og serliga í Havn. Tað er næstan bara jaligar viðmerkingar, tí vit í felagnum eru samd um, at vit øll gera eitt gott arbeiði fyri at forkoma møguleikunum hjá hesum tápulingum, ið fasthalda um rættindini… les meira….

Eg meini tað: Føroyska krokodillan

Teir gomlu egyptarnir høvdu krokodilluna og kettuna. Indarar hava kúnna. Og føroyingar hava….. bilin. Tann heilaga privatbilin. Vit eiga fleiri persónbilar pr. íbúgva enn flest onnur lond, og vit hava helst færri kilometrar pr. íbúgva at koyra teir á, enn flest onnur lond. Næstan øll húski eiga ein, og heilt… les meira….

Eg meini tað: Býarinnar hjarta

Rólig fet upp einar stuttar trappur, hurðin fer upp, eitt lot kemur inn við einum vitjandi. „Halló!” „Hey er tað tú!“ „Langt síðani!“ ”Kann eg seta meg her?” ”Ja, endiliga”. Her angar av kaffi, sigarettum og hálvvátum jakkum, men tað er tann hugnaligasti lukturin, tú kanst hugsa tær, tí hann… les meira….