Hólmgonga

holmgongaLoftmiðlaummælið skriva til Loftmiðlablaðið “Úr luftini” í Dimmalætting, apríl 1998

So fóru páskirnar afturum. Onkur eg hitti leygarmorgun millum langafríggjadag og páskadag í eini handilskø kom við eini viðmerking, ið var júst tað eg sjálv stóð og hugsaði um:
– Man skuldi ikki trúð, at Havnin var ein høvuðsstaður, eg gekk ein túr í gjár seinnapartin og sá, at sjálvt Hafnia var stongt.
– Ja, svaraði eg, tað er ótrúligt, at alt landið skal vera stongt, bara tí tað eru heiligdagar, hetta sært tú ikki í nøkrum øðrum stórbýi í verðini, sjálvt ikki í teimum mest katólsku londunum, har páskirnar so sanniliga eisini verða hildnar.
– Ja, svaraði hin í køini, og páskirnar sum upprunaliga skuldu verða ein veitsla at hátíðarhalda at alt livnar og spírar.
– Løgið……
Sjálvt útvarpið koyrdi uppá lægsta bluss. Í fýra dagar endaði skráin longu kl. 19 við einum sálmi. Hevði tað ikki verið fyri sjónvarpið, so kundi man næstan trúð, at alt landið var fari í hi, – hóast tað var skeiva árstíðin.
Ikki tí, sjónvarpið var nú heldur ikki so øgiliga dragandi hesar dagarnar, ov nógvar raðsendingar, sum eg altso ikki kendi meg noydda a byrja at fylgja við í, bara tí tað onki annað var at takast við…………
Satt at siga var hendan páskaatmosferan so svøvnlig, at eg púrasta gloymdi at tendra fyri tí heilt sikkurt áhugaverdu sendingini um føroyska skipið, sum skuldi siglast heim úr Kili.

Tað seinasta eg minnist til eina sending, eg hevði verið kedd av ikki at hava sæð, er Innskot sum var pálmasunnudag. Hesaferð var gesturin Petur Turtschaninoff, stjóri í Norðurlandahúsinum. Hann kom við nøkrum ógvuliga áhugaverdum hugleiðingum um føroyingar og hugburð okkara mótvegis útheiminum. Myndin av listamálaranum sum stendur og málar við rygginum vendum móti havinum, var ógvuliga sigandi.
Innskot er ein góð mentanarsending, hon hevur tað, sum vantar eitt sindur í Basalt, nevniliga at ein longri løta verður nýtt til at viðgera eitt evni, og tí ikki bara er ein smakkroynd av nøkrum, sum kundi verið sera áhugavert, um tað var viðgjørt meira.
Haldi tað kundi veri áhugavert, um nøkur komandi “Innskot” tóku tráðin upp eftir Turtschaninoff.

Eina aðra “nýggja” sending, havi eg eisini hug at umrøða. Tað er Undirhúsið (ella hevur hon skift navn?). Ja, heilt nýggj er sendingin ikki, men hon hevur so fingið nýggjan form. Alt gott um broytingar, men her haldi eg ikki, at sjónvarpið hevur verið ordiliga heppið. Fyrr sótu luttakararnir í kjakinum friðarliga niðri og prátaðu, passaði væl til Undirhús-heiti. Nú skulu teir báðir luttatatatnir, sum eru settir upp móti hvørjum øðrum, standa uppi og keglast, – fær meg meira at hugsa um eina hólmgongu við orðum, enn um eitt kjak. Haldi meg kenna aftur stílin frá einari sera ódámligari danskar kjaksending, sum vit sóu í SvF beint eftir at Bankakanningin var kunngjørd, ella frá eini franskari sending, ið júst kallaðist “Duell” sum var víst í SvF einaferð í ‘88 ella ‘89, í sambandi við grindadráp. Hví kunnu vit ikki her í Føroyum halda okkara egna stíl, hví skullu vit partú herma? Og hvør hevur nakrantíð sæð føroyingar kjakast uppá hendan mátan? Plaga vit ikki vanliga at vera nógv meira seiglig í tí, og heldur seta okkum niður og tosa (hampiliga) hóvliga um tingini, ístaðni fyri at standa hvør síni megin eitt borð og vera um at loypa í krovið á hvørjum øðrum…..?
Nei, eg spyrji bara………..

Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *