Í dag er seinasta freist hjá skúlum runt alt landið at tekna seg til at fáa ein føroyskan høvunda ella ein sjónleikara á vitjan í viku 14. Hetta er ein verkætlan, sum er partur av barna- og ungdómsbókafestivalinum Kom og les.
Eg havi sitið í arbeiðsbólkinum fyri Rithøvundafelagið og var eisini tann, sum kom við uppskotinum um at seta hetta á stovn, so eg eri sera fegin um, at tekningarnar streyma inn frá skúlunum. Eg skrivi meira um sjálvan festivalin skjótt.
Í Góðan morgun Føroyar í Kringvarpinum segði Solveig Debess frá tiltakinum. Tú kanst lurta her: http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/03/13/blegg-ein-rithvund-ella-ein-sjnleikara
Á Snar er hetta at lesa um høvundavitjaninar:
Kom og les!
Kunning til skúlar og skúlabókasøvn: Í viku 14 verður ljós varpað á føroyskar barna- og ungdómsbókmentir, og vit bjóða tí skúlum at fáa vitjan av rithøvundum og/ella sjónleikarum, sum kunnu geva næmingunum eina ‘eyka bókmentaupp-living’. Summir rithøvundar lesa upp úr egnum bókum og vilja fegnir tosa um tær, meðan aðrir gera verkstovur, har næmingarnir sjálvir skulu vera virknir.
Sjónleikararnir skipa fyri verkstovum, har denturin verður lagdur á upplestur. Næmingarnir fáa ymisk amboð, teir kunnu brúka í eini roynd at gera ein tekst meira livandi.
Allar vitjanirnar verða millum 45 og 90 minuttir – alt eftir hvat rithøvundurin hevur at bjóða (sí yvirlitið). Vit hava lagt dent á, at fyrireiking ikki er neyðug.
Í yvirlitinum niðanfyri sæst, nær rithøvundarnir og sjónleikararnir eru til taks.
Skúlavitjanirnar eru ókeypis.
Tit kunnu “bíleggja” rithøvund ella sjónleikara við at skriva ella ringja til Solveig Debess, solveig@nam.fo ella tlf. 555157 skjótast til ber og í seinasta lagi 18. mars. Tit fáa svar aftur 24. mars, um tað ber til at eftirlíka ynskjunum. Í fyrireikingarbólkinum, sum hevur arbeitt við hesum, eru umboð úr Bókadeild Føroya Lærarafelags, Tjóðpalli Føroya, Býarbókasavninum, Rithøvundafelagnum og Námi.
Rithøvundar, sum kunnu fara út á skúlar í viku 14:
Aase Bømler Olsen
Ingun Christensen
Helle Thede Johansen
Sámal Soll
Sólrún Michelsen
Bergur Rasmussen
Marjun Syderbø Kjelnæs
Rakel Helmsdal
Sjónleikarar, sum kunnu fara út á skúlar í viku 14:
Hans Tórgarð
Katarina Nolsøe
Laura Joensen
Páll Danielsen
Pingback: Tillukku Bárður! - Rakel Helmsdal