“kann vera, at eg ikki skilti okkurt, men tað var stuttligt alíkavæl”

Nú ein dagin eydnaðist mær at sleppa inn í mín First Class-brævkassa og har kundi eg frøðast um 5 brøv, sum gjørdu meg ótrúliga fegna. Tey vóru frá fimm næmingum í 4. flokki í Hvalbiar skúla, sum sóu Veiða vind tann 25. februar.

Eg takki teimum hjartaliga og øllum Hvalbiar skúla, sum hevur tikið so ótrúliga væl móti øllum leikunum hjá Karavella Marionett-Teatri. Vóru allir skúlar í landinum sum hesin, var tað eitt spæl at vera listafólk í Føroyum.

1. til 4. flokkur í Hvalbiar skúla

1. til 4. flokkur í Hvalbiar skúla

Hey Rakel.

Hey eg eiti Eik, og eg gangi í 4. flokki. Og eg skal siga frá, hvussu góður leikurin Veiða vind var.

Eg havi eisini sæð leikin um Revin við silkiturriklæðinum, hann var eisini góður, og leikin um Skrínslini, og hann var eisini sera góður. Eg haldi, at tú dugir so væl at finna uppá søgur og at gera dukkur.

Eg hopi, at tú kanst koma aftur, men tá haldi eg, at eg gangi í 5. flokki, og tað er upp til 1.fl 2.fl 3 og 4.flokk, so kann eg ikki síggja leikin. Men eg hopi, at tú kemur meðan eg gangi í 4, flokk, ella man kann koma til leikin, meðan vit ganga í 5. flokki.

Tað kann vera, at eg ikki skilti okkurt, men tað var stuttligt atlíkavæl.

 Eg sat í tímanum, og eg var so ótolin, tí eg vildi sleppa at síggja leikin og so bleiv fríkorter, og tá ið tað ringdi inn aftur, so skuldi vit inn í fimleikahøllina at síggja leikin Veiða vind.

Takk fyri leikin.

Vinarligia Heilsan Eik Poulsen

20130901_1089

Riddaraross og Vetur kongur

Eg helt, at sjónleikurin um Veiða vind var sera góður, men eg skilti ikki alt, men hann var sera spennandi og stuttligur. Tað var stuttligt, at tónleikur var til søguna.

Takk fyri leikin.

 Vinarliga heilsan Elin Maria 

 

Hey Rakel.

Eg haldi at títt marionett-teatur ”Veiða vind” var sera góður. Tú dugir sera væl at finna uppá søgur, og tær eru sera spennandi. Tað er stuttligt at hoyra og síggja eitt marionett-teatur við tónleiki og øllum.

Allar dukkurnar síggja so livandi út, og eg haldi, at alt er sera flott. Tónleikurin er góður og tað er so hugnaligt at sita og lurta. Vit hava jú eisini sæð leikirnar ”Revin við silkiturriklæðinum” og ”Skrímslini”.

Okkurt var eitt sindur ringt at skilja, tí at fantasi og veruleiki var blandað saman, men kortini er sjónleikurin góður. Tað er so sjáldan, at vit í Suðuroy síggja eitt marionett-teatur, og tí er tað so spennandi.

Eg gleði meg longu til næsta leikin, sum tú fært at vísa okkum.

Eg vil takka tær fyri ein góðan leik.

V.H Gurli 

20130901_1054

Maðurin sum sveiggjaði við ørmunum

Eg eiti Maria, og eg eri 10 ár, og eg gangi í 4.flokki í Hvalbiar skúla.

Eg havi sæð ein sjónleik hjá tær, hann eitur veiða vind. Eg helt, at hann var sera góður, tú dugir gott at finna uppá. Dukkurnar vóru eisuni flottar, men eg skilti ikki alt, tí tað var eitt sindur ringt at skilj, tí tað var fantasiur og veruleiki, men eg helt at hann var sera stuttligur, eg helt at tann svarti maðurin, sum sveiggjaði við arminum hann var stuttligast. Tað var spennandi at hyggja helst, tá ið drongurin fór út at veiða.

VH Maria

 

Rakel Helmsdal

Eg eiti Maja, og eg búgvi í Hvalba 850 á Sandavegur 20. Og eg gangi í 4.flokkur, og eg eri 10 ár. Eg haldi, at sjónleikurin Veiða vind er mega stuttligur og spenandi, og eg hopi, at tú kanst koma her aftur í 2015.

V.H  Maja

 

Tagged , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *