Kom og les – upprunin

20110411_0993

Fryst hav kring Áland, apr. 2011

1. hendingin:

Í 2011 vóru skrímslahøvundarnir, Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler og yours truely, bodnir til Álands at vera við á teirra Barnens- og ungdommens Litteraturdagar. Endamálsorðingin fyri hesa verkætlan er hendan:

“Grundtanken är att alla skolor, allt från de största skolorna i Mariehamn till de minsta skolorna i skärgårdskommunerna skall få samma möjligheter att träffa författare och få inspiration till läsande och skrivande. På det sättet marknadsför vi även biblioteken och böckerna för barnen och ungdomarna.”

Í eina viku ferðaðust eini tíggju høvundar og onkur tónleikari kring oyggjarnar í Álandi. Vit vitjaðu skúlar, har vit høvdu skriviverksmiðjur og upplestrar og prát um bøkur. Allastaðni har vit komu fram, vóru vit møtt av brosandi skúlabókavørðum, sum errin vístu okkum teirra bókasavn og síðani gjørdu hvat tey kundu at fáa okkum at kenna okkum væl. Hetta var ein strævin vika, tí ongantíð vóru minni enn tvær vitjanir um dagin, onkran dagin fleiri, men vit vóru allarstaðni møtt við slíkari vælvild av øllum bæði børnum, ungum og vaksnum, at tað vigaði upp móti stríðnum. Harafturat fingu við góða løn, ferð og uppihald afturfyri.

Álendskir 6. flokksnæmingar

Álendskir 6. flokksnæmingar

Dagarnir endaðu við einum størri tiltakið, har allir 6. flokkar á oyggjunum vóru bodnir at koma inn til Mariehamn at hitta høvundarnar. Børnini fingu køkur og saft og vit høvundar greiddu frá og skrivaðu autografar. Børnini kendu seg týdningarmikil, tí tey sluppu at hita tey fólkini, sum høvdu skrivað bøkurnar, tey lósu, og høvundarnir kendu seg æraðar og rørdar, at lesararnir vóru so fegnir um bøkur teirra.

Tað óvantaða:

Meðan vit vitjaðu skúlaflokkarnar, siti eg einaferð í kvirruni, meðan ein flokkur av ungum arbeiði við eini skrivivenjing. Tá varnist eg eitt hefti, sum liggur á læraraborðinum. Hetta eru smáir tekstir, so eg lesi eitt sindur í teimum. Frálíkir tekstir, haldi eg, og fari at forvitnast eftir, hvør hevur skrivað teir. Tað vísti seg at vera tekstir frá eini skrivikapping, ein kapping fyri allar 9. flokksnæmingar á Álandi. Eg eri sum so ikki bilsin um, at 9. flokksnæmingar skriva góðar tekstir, eg havi ofta havt so væl skrivandi ung fólk til míni skriviskeið, men tað er óvantaða er, at her er eitt heilt hefti fult av góðum tekstum og eitt vakurt hefti afturat, útgivið av NiPå, norðurlandahúsinum á Álandi. Her hava tey sýnt 9. flokksnæmingum somu virðing, sum vaksnum høvundum.

Hendan skrivikappingina hevði tá verið hildin í fleiri ár, og er enn á skránni. Hvørja ferð koma sera nógvir tekstir inn. Í 2013 komu t.d. 250 tekstir inn. Til samanberingargrundarlag kann sigast, at á Álandi búgva uml. helvtina so nógv fólk sum í Føroyum.

Hefti fekk eg heim við mær úr Álandi og legði tað til viks, men gloymdi tað ikki.

2. hendingin:

Eitt ár eftir hetta,i apríl 2012 varð eg biðin at vera við í eini dómsnevnd, sum skuldi døma um bestu stuttsøguna í eini skrivikapping fyri føroysk ung. Kappingin hevði verið fyri alt Føroyar, og fyri ein rættiliga breiða aldursbólk, men sera fáir tekstir komu inn, ikki yvir 20. Meðan eg sat og læs tekstirnar, undraðist eg og hugsaði aftur á tekstasavnið úr Álandi: Hesir tekstirnir vóru sera langt frá støðinum á álendsku tekstunum, syrgiliga langt frá, tíverri. Men sjálvandi hevði úrvalið eisini verið lítið at velja ímillum.

3. hendingin:

Fýra mánaðir seinni, í august 2012 tók eg hefti úr Álandi og fór niðan á Nám. Eg fekk eina samrøðu við Solveig Debess, og spurdi hana, um tað ikki hevði verið eitt hugskot, at havt eina skrivikapping, eftir leistinum hjá Álandi. Síðani greiddi eg frá um barna- og ungdómsbókmentadagarnar á Álandi, um tað ikki eisini hevði verið eitt gott hugskot.

Svarið eg fekk var: “Jamen, tað gera vit bara!”

Og so fóru vit í gongd.

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *