Spennandi bókmentainstallatiónin Bókahúsið hjá Sámali Blak er bert uppi fáar dagar afturat. Her eru nakrar myndir frá henni. Skundi tykkum niðan áðrenn hon verður tikin niður!!
- Uttanfyri hurðina er lítla skrímsl koyrt í skrell. Er tað Stóra Skrímsl sum hevur verið uppá spæl?
- Pinki situr í postassanum og heilsar tær í hurðini
- Á máttuni er tann meir enn flata kaninin
- Kom innum og uppliva!
- Mosalisa verður ballað av tveimum lundum
- Mosamollis kemur upp gjøgnum kunnuna eftir perluni
- Veiða vind í ovinum
- Hoyr tónleikin meðan køkan verður bakað
- Veiða vind-køka til ferniseringina. Riddaraross bíðjar spentur eftir einum stykki.
- Skógvarnir, sum túsundbeini Súni enn ikki hevur latið seg í.
- Skógvarnir skulu standa snøgt.
- Taskan og brillurnar hjá Apolloniu, tomatdjúsið hjá Vampyrellu, eyguni á ugluni Unu á borðinum.
- Vespertilia frammanfyri bøkurnar um hana.
- Mira og Milo mús taka ein swingom.
- Janus, ein stjørnuísur…..
- Tað góða grasið
- Váta Tula.
- Tann cooli giraffurin og lítli vinurin.
- Vampyrellusa yndisdjús og eyguni á Unu.
- Uppgávur til Bókahúsið
Hesir høvundar, myndprýðarar og bøkur eru umboðaði í Bókahúsinum:
Aase Bømler Olsen – høvundur og myndprýðari: Mira mús og Milo, Bei, Bei lítli vinur
Allan Korsager Davidsen – myndprýðari: Garðvættrarnir gera uppreistur
Áslaug Jónsdóttir – høvundur og myndprýðari: Skrímslabøkurnar
Bárður Oskarsson – høvundur og myndprýðari: Beinið, Ein hundur, ein ketta og ein mús, Pól hin kuli giraffurin, Stríðið um tað góða grasið, Flata kaninin, Innantanna Anna og túsundbeinið Súni
Edward Fuglø – høvundur og myndprýðari: Apollonia, Janus er ein stjørna, Vampýrella, Poetikus, Várferðin til brúnna, Mina
Hanni Bjartalíð – myndprýðari: Hvør fjalir seg í postkassanum?
Ingun Christensen – høvundur: Garðvættrarnir gera uppreistur
Janus á Húsagarði – myndprýðari: Ferðin hjá Mosamollis, Ferðin hjá Mosalisu, Hin klóka æðan, Veiða vind
Jón Sonni Jensen – myndprýðari: Tula er vát, Uglan Una, Vinni vespa
Lydia Didriksen – høvundur: Tula er vát, Uglan Una, Mina
Marjun Syderbø Kjelnæs – høvundur: Hvør fjalir seg í postkassanum?
Oddfríður Marni Rasmussen – høvundur: Innantanna Anna og túsundbeinið Súni
Oddvør Johansen – høvundur: Vinni vespa, Hin klóka æðan
Rakel Helmsdal – høvundur: Várferðin til brúnna, Veiða vind, Skrímslabøkurnar