Leyp nú, Eva!
Eva Person er 10 ár og hon er lítlasystur Hugo (ja, hann í Hugo-bókunum). Nú hevur hon fingið sína egnu rødd – og skaldsøgu. Enn ein spennandi søga úr Port Janua:
Hvør torir at renna oftast yvir um sporið, áðrenn tokið kemur?
Tað er spælið, sum Eva og vinfólkini spæla tann dagin, tá tað næstan endar galið. Ein loyndarfullur bjargingarmaður bjargar Evu frá tí vissa deyða. Men hvør er hann, og hví er hann so ólukkuligur? Og hví uppførir vinkonan, Merian, seg knappliga so løgið? Hví vil hon ikki fortelja Evu, hvar hon býr?
Eva og vinfólk hennara sleppa at spæla við í einum ordiligum sjónleiki, og tað er sum ein dreymur – men skjótt hópa loyndarmálini í Seraphia Teatri seg upp. Ein spennandi søga um loyndarmál og gátur, syrgiligar lagnur og lívsjáttandi dirvi – kom nú, leyp nú, Eva!
Bókin er sjálvstøðugt framhald av Hugo-bókunum.
Bókadeildin gav út í mai 2024.
Come on, Eva, jump!
The children’s book called Leyp nú, Eva! is a thrilling story about secrets, mysteries, tragic fates and courage.
The story takes place in the fictional town of Port Janua where 10 year old Eva and her friends are playing a dangerous game on the railway tracks: who can cross the track the most often before the train comes? One day it almost ends in disaster, but a mysterious man saves Eva. But who is he, and why is he so sad? And why is Eva’s friend Merian suddenly acting so strangely? And why won’t she tell Eva where she lives?
Eva and her friends get to play in a real play in the theatre, but soon the secrets in Seraphia Theatre start piling up.
Leyp nú, Eva! was published by BFL in May 2024 and an independent sequel to the Hugo books.