Hon sum róði eftir ælaboganum, nú á 4 málum / She Rowed after the Rainbow, now in 4 languages

Skaldsøgan Hon, sum róði eftir ælaboganum kom út í 2014. Í tvey ár var hon púra ósjónlig, inntil hon knappliga byrjaði at fáa ummæli og síðani tilnevningar til tvær stórar viðrislønir, og síðani vann tað einu: Barna- og ungdómsbókmentaviðrisløn Útnorðurs í 2016. Eftir hetta fekk hon fleiri ummæli og síðani… les meira….

Bókajólagávuhugskot 2022

Nú hava vit 13. desember og eg ivist ikki í, at fleiri ganga og klóra sær í nakkanum og vita ikki, hvørja gávu tey skulu geva sínum kæru. Her eru nøkur hugskot til gávur, sum fara at geva nógvar tímar av undirhaldi og um tit njóta tær saman, eisini nógvar… les meira….

Kjarr – ein “spor-skaldsøga”

Eitt er, ið kallast “road movie” og í bókmentaheiminum finnast eisini “road novels”, altso “vegaskaldsøgur”. Kjarr er næstan tað, men vegurin er fyri tað mesta ein tokbreyt, so Kjarr kann kanska kallast “a rail novel”, ella ein “sporskaldsøga”. Bókin er um ungu kvinnuna Laura, 21 ár, sum eftir ein traumatiserandi… les meira….

Kann eg læna tínar dreymar? / Can I Borrow Your Dreams?

Copyright: Nicolas Bruno

Kann eg læna tínar dreymar? Hevur tú hug at vera partur av eini skaldsøgu? So læn mær tínar dreymar. Tú verður ikki nevnd/ur í skaldsøguni, men partar av tínum dreymum kunnu verða nýttir í tekstinum. Tú ert tann einasti/a, sum fer at kenna teir aftur. Eg leiti eftir dreymum av… les meira….

Eitt ár síðani hon út róði eftir ælaboganum

Fyri einum árið síðani sendi Kringvarp Føroya hetta tónleikaverkið, sum Føroya Symfoniorkestur spældi á konsert einaferð. Tað var Enigma Variations hjá Edward Elgar, sum skaldsøgan “Hon, sum róði eftir ælaboganum” er bygd upp eftir. Júst sama dag, fyri einum árið síðani kom áðurnevnda skaldsøga út, á hugnaligari bókaframløgu í Gamla… les meira….

Hon, sum róði eftir ælaboganum í In Mente

Tá bókaframløgan var í Gamla Bókhandli tann 19. mars, var Gunnar Nolsøe úr Kringvarpinum á gátt og gjørdi eina samrøðu. Hendan samrøðan var send í útvarpinum týsdagin tann 25. mars. HER er sendingin. Samrøðan byrjar 46:21 min. inni í sendingini. Her eru aðrir bloggar um bókina: Nýggj føroysk skaldsøga løgd… les meira….

Hon, sum róði eftir ælaboganum – Sneak Peak

  Nú nærkast….. Um stutta tíð kemur nýggja skaldsøgan “Hon, sum róði eftir ælaboganum” út. Her er eitt lítið brot av vøkru permuni, sum íslendska listakvinnan Áslaug Jónsdóttir hevur gjørt. Í gjárskvøldið las høvundurin brot úr bókini á Poesi-kvøldið í Sirkus og okkurt verður at hoyra um hetta í Røddini… les meira….