Mumi contra Kryddgenturnar

mumin1Loftmiðlaummælið skriva til Loftmiðlablaðið “Úr luftini” í Dimmalætting í februar 1998

Vikan, ið fór afturum, var fyri mítt viðkomandi ikki vígd loftmiðlunum, og so serliga ikki sjónvarpinum, – har var nærum ikki annað enn ítrottur, ítrottur og aftur ítrottur á skránni. Ikki tí eg var beinleiðis kedd av hesum, hevði kortini ikki stundir at keða meg, men har munnu vera onnur enn eg, sum hava hildið, at her var í so nógv gjørt av.

Men har var tó onkur perla eftir á skránni, nevniliga í barnasjónvarpinum. Eg má altso sleppa at nevna tað, eg haldi at barnarøðin um Mumi og hinar hjartagóðu verurnar úr Mumidalinum, eftir barnabókunum hjá Tove Jansson, er nakað av tí vakrasta, sum hevur verið sýnt í føroyskum sjónvarpið. Í hesum róligu, men kortini spennandi søgunum verður veruliga nakað gott lagt niður í børnini, uttan at tað á nakran hátt verður moraliserandi. Her eru ongin mørk sett fyri hugflognum, alt ber til. Óhugnaligir skapningar koma inn í tann stilla mumiheimin, men við hesum eginleikanum sum var so sermerktur hjá Tove Jansson, verður tað óhugnaliga vent til nakað antin gott ella nakað, sum ikki vísti seg at vera so ringt kortini. Tann náttúrliga ræðslan, sum liggur innast í einum og hvørjum barnið verður avdramatiserað, tey læra at brúka hugflogið til at vinna á ræðsluni.
Og so er nakað í hesum søgunum, sum so øgiliga sjáldan er til í barnafilmum, nevniliga eitt sovorið stuttligt, merkiligt slag av poesi, sum t.d. tá tann sera ódjarva Snoddi sigur: “Har er so óhugnaligt, har sum onki býr.” Eisini í myndunum er sovorin poesi, t.d. myndin av teimum burtursiglandi “hattifnattunum”, tær løgnu, smáu, elektrisku verurnar, sum fara út at finna eina oyggj, har ongin nakrantíð kemur, tveir og tveir stevna teir út á hav í sínum smáu bátum í lýsingini eftir stormin.

At síggja at tað ber til eisini á okkara døgum at hugtaka børn við einum so stillisligum frásøguhátti, so skilji eg slettis ikki, at tað annars altíð partú skal verða neyðugt at síggja alt í MTV tempo. Hasin tápuligi Eiturkoppa-Pætur er eitt syrgiligt dømi um hetta, og eg tími slettis ikki at brúka teigapláss uppá at greiða frá, hvussu óhóskandi eg haldi tað vera at teksta hetta til føroyskt…..

Her kann eg so ógvuliga passandi koma til nakað, sum hevur ligið mær á hjarta leingi, og sum eg avgjørt ikki eri einsamøll um at suffa yvir, nevniliga Barnaútvarpið.
Tá eg var barn, var barnaútvarpið nakað vit lupu frá øllum fyri at hoyra. Sjálvandi var onki sjónvarp tá, men tað var ikki bara tað. Vit kendu tað veruliga, sum her var nakað, sum serliga var roknað okkum. Har vóru spennandi framhaldsssøgur, men serliga vóru har framhalds útvarpsleikirnir, (“Vit tvey, vit trý, vit túsund”, ella “Karl 12. mars” fyri bara at nevna tveir), og vit sótu sum á glóðum og lurtaðu og kundu næstan ikki bíðja til næstu viku.
Enn vera tíbetur av og á lisnar framhaldssøgur, men tað sum annars er ætlað børnunum, er fyri ein stóran part ikki annað enn tað, tey hoyra allan dagin í útvarpinum ella MTV.

Er tað veruliga ongin sum spyr seg sjálvan um tað er rætt at senda tónleik, sum bæði í orðum og myndum er roknaður hálvvaksnum, og sum so ótvískilt eru um ting, sum børn veruliga hvørki kunnu ella skullu skilja? Er tað ongin sum heldur tað vera løgið, at fyrimyndinar hjá 4-5 ára gomlum gentum eru hálvnaknar 20 ára gamlar “dullur”, sum bara fylla út nøkur idealir um hvussu nøkur mannfólk halda, at konufólk eiga at síggja út?
Um ikki annað, so átti tað at verið nóg mikið at latið tey hoyrt tað í øllum hinum plátuvendarasendingunum, sum tað eru ovmikið av frammanundan. 6 ára gamla guddóttirn mín hevur meir enn eina ferð spurt foreldur síni, um barnaútvarpið nú var liðugt, tá tey eftir søguna fyri 5 ella 6 ferð tann dagin senda Kryddgenturnar við “Um tú vilst vera mín elskari”……
Hevur Útvarp Føroya sletta allar upptøkur av barnatónleiki? Ella ber tað veruliga ikki til at hava ein lítlan hálvan tíma av barnaútvarpið uttan at koyra poppløg upp í? Halda tit ikki, at børn duga at lurta eftir søgum í bara ein hálvan tíma. Og eisini undrist eg ofta á valið av søgum, ið vera lisnar, t.d. um hvussu hvít fólk blíva álopin av blóðtystum indiánum, sum hoyrdi um nú stutt síðani, tit mugu orsaka, men í mínari verð grensar hendan søgan til racismu. Og hví eru tað ikki fólk, sum eru von við, ella sum hava lært at lesa upp, sum lesa søgunar inn?
Hvussu grúvuliga langt síðani er tað ikki, at ein barnaútvarpsleikur hevur verið á skránni? Tann seinasta, eg minnist, var tann frálíki “Jákup 2-2”, tað var seint í 80’unum. Um ikki annað, so ber til at endursenda teir gomlu, tey børnini sum hoyrdu teir tá, eru jú líkasum vaksin nú……..

Eg havi eina kenslu av, at útvarpið roynir at kappast við sjónvarpið, men hetta ber jú ikki til. Hetta eru tveir so ymsir miðlar, at tað er ikki ein spurningur um at kappast. Tað er ein spurningur um at vera ørvísi. Tempo’ið hjá MTV kann útvarpið undir øllum umstøðum ikki halda, so hví ikki í staðin royna at seta ferðina niður, og tvørturímóti at royna at stressa okkum framanundan longu ov stressaðu 90’ara menniksju enn meira, royna at taka tað róligari og siga børnum okkara góðar søgur í friði og náðum, møguliga við krúdda við øllum teimum effektunum sum tann nýggja tøknin hevur til okkara.

Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *