Reiggjan / The Swing
Er onnur myndabókin við mínum egnu myndum.
Søgan er um tvíburarnar, sum ynskja sær reiggju, men mamman og pápin siga kortanei. Men hví sleppa tey ikki at fáa reiggju?
Hon kom út í 2021 á Bókadeildini.
Les meira her.
Farlit.fo annonces: “Reiggjan” (The Swing) is a new illustrated children’s book which is both written and illustrated by Rakel Helmsdal. The story is about a pair of twins who have a strong wish to have a swing in the tree by the garden but the parents refuse. One day they take matters in to their own hands and build a swing, and as they enjoy the swing ride they go on an imaginary adventure around the world. But the next day the parents have taken down the swing and the question is why. The beautiful illustrations are made by using various techniques and several layers to create the three dimensional style. The book is published by BFL.
Loftar tú mær / Will you catch me?
Loftar tú mær? – ein blíð søga um deyðan er fyrsta bókin, sum eg eisini havi myndprýtt.
Hetta skrivar forlagið um bókina:
Loftar tú mær? er ein bók, sum bæði hevur vakrar myndir og eina vakra søgu. Tað er ikki lætt at tosa um deyðan ella tað at missa onkran, sum vit eru góð við. Men viðhvørt kann ein bók seta orð og myndir á tað, sum vit ikki duga at tosa um. Og tað er júst tað, sum henda bókin ger. Bókin er ein blíð søga um deyðan, sum er góð hjá børnum og vaksnum at lesa saman og at tosa um. Søgan lýsir sjónarhornini hjá trimum systkjum. Huglagið er eymt og syrgið, men tó eisini lívsjáttandi. Myndirnar spæla á vakran hátt við ljós og myrkur, dýpd og lættleika.
Aftan á døgurða verða tey send út í garðin: lítlibeiggi, systir og stóribeiggi. Lítlibeiggi uppi í trænum, systirin við drekanum og stóribeiggin við brunnin. Trý børn, sum á hvør sín hátt syrgja langommuna, sum ikki er til longur. Burtur er tað heita klemmið, tann glaða røddin og tað tryggasta brosið. Men tey hava hvørt annað …
Søgan endar tíbetur væl. Og hóast hon snýr seg um sorg og deyða, so snýr hon seg líka nógv um kærleikan, sum ger tað so gott at liva.
Umframt at skriva søguna hevur Rakel Helmsdal eisini gjørt allar myndirnar í bókini. Hon hevur gjørt figurarnar, lutirnar og alla pallmyndina á myndunum, og so hevur hon tikið myndir av tí. Rakel Helmsdal hevur eisini skrivað skrímslabøkurnar um Stóra skrímsl og lítla skrímsl, Miljuløtur og nógvar aðrar barnabøkur.
Bókadeildin gav bókina út í 2019. Hon varð tilnevnd Barna- og ungdómsbókmentaviðrisløn Norðurlandaráðsins í 2020 og fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs í 2020.
Her ber til at lesa eitt ummæli av bókini á blogginum Mentir.
Les meira her.
Farlit.fo annonces: “Loftar tú mær?” is written and illustrated by Rakel Helmsdal. The figures are hand-made and staged in a scenography which Rakel herself has created and then photographed. The story is a kind story seen from the perspective of three siblings. It is not easy to lose someone dear to you or to talk about death but sometimes stories and pictures can give you the words needed. Although the story is a bit sad it’s also full of life and love, and has a happy end. “Loftar tú mær” is published by BFL.
Veiða vind / Catch the Wind
Eitt tónleikaævintýr eftir Rakel Helmsdal og Kára Bæk. Janus í Húsagarði gjørdi myndirnar. Við bókini fylgir fløga, har Føroya Synfomiorkestur við Bernhardi Wilkinson sum orkesturleiðara sp
Veiða Vind er um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og eina bjørn. Ævintýrið er eisini um hugflog og veruleika í einum skapandi meldri. Søgan byrjar, meðan stóribeiggi liggur og lesur uppá kvæðið um Ólav Riddararós, sum skal út á heiðina at veiða villini hind.
Veiða Vind kom út í 2011 samstundis sum Føroya Symfoniorkestur spældi hana á Barnakonsertum fyri yvir 4000 børnum.
Veiða vind er umsett til íslendskt. Forlagið gav út í 2013, tá verkið eisini varð spælt í Hørpu av íslendska symfoniorkestrinum. Síðani er hevur íslendska symfoniorkestrið havt tað á skrá fleiri ferðir.
Her ber til at síggja sýningina frá 2022 í Hørpu.
Karavella Marionett-Teatur bjørdi bókina til leik í 2013.
Bókin var tilnevnd Nordisk Børnebogspris í 2012, og marionettleikurin um bókina fekk part av heiðrinum í Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs í 2014.
HER er útvarpsummæli av bókini.
Les meira um bókina og leikin HER
Í januar 2019 spældi London Symfoniorkestur undir leiðslu av Jessica Cottis Veiða vind í Barbican Hall.
Í 2022 kom 2. útgáva eftir at bókin hevði verið uppseld í fleiri ár. Tá gav Tutl eisini tónleikurin út á stroymingarplatformum.
Revurin við silkiturriklæðinum
Marionettævintýr, umskrivað eftir kenda ævintýrinum Køtturin í styvlum eftir Charles Perrault. Í bókini er alt ævintýri og vakrar myndir frá leikinum hjá Karavella Marionett-Teatri.
Les meira um bókina, sum kom út á egnum forlagið í 2011 og leikin Revin við silkiturriklæðinum HER
Bøkurnar um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl
Bókarøðin hevur tríggjar høvundar, íslendska Áslaug Jónsdóttir, svenski Kalle Güettler og føroyska Rakel Helmsdal. Áslaug er haraftaurat frálíki myndprýðarin av allari røðini. Nógv tilfar um skrímslini er at lesa á heimasíðuni hjá Áslaug HER!
Bøkurnar eru allar skrivaðar á trimum upprunamálum og verða givnar út í trimum upprunaútgávum hvørja ferð, nakað sum er rættiliga óvanligt. Vanligt er, at ein bók verður skrivað á einum upprunamáli, og síðani týdd. Trý forløg geva upprunaútgávurnar út, Forlagið (Ísland), Bókadeildin (Føroyar) og Argasso (Svøríki, her hava tó
Nei! segði lítla skrímsl
Lítla skrímsl hugnar sær heima, tá Stóra Skrímsl bankar uppá. Lítla skrímsl vil ikki lata upp, tí Stóra Skrímsl ger altíð fortreð. Torir hann at siga nei?
Bókin kom í 2004 og finst á føroyskum, íslendskum, svenskum, donskum, finskum, fronskum, norskum (nýnorskum og bokmål), kinesiskum, fýra sponskum málum (kastilianskum, galisiskum, katalanskum, baskiskum), litaviskum, lettiskum, arabiskum og tjekkiskum.
Bókin fekk sera góð ummæli í fleiri londum, tá hon kom út, og vit fingu tí hug at halda á at skriva um skrímslini bæði.
Stór skrímsl gráta ikki
Lítla skrímsl og Stóra Skrímsl eru nú vinir, men tað er ikki lætt altíð at vera saman við einum, sum dugir alt betur enn tú. Og stór skrímsl eiga ikki at gráta… ella?
Bókin kom í 2006 og finst á føroyskum, íslendskum, svenskum, donskum,, fronskum, norskum (nýnorskum og bokmål), kinesiskum, fýra sponskum málum (kastilianskum, galisiskum, katalanskum, baskiskum), litaviskum, arabiskum, tjekkiskum og japanskum.
Hon fekk Barnabókaverðlaun Menntaráðs Reykjavíkur í 2007.
Myrkaskrímsl
Tað er hugnaligt at sita einsamallur heima og hugna sær, inntil lílta skrímsl hoyrir ljóð, sum hann ikki kennir. Tá er gott at hava ein stóran djarvan vin, sum onki ræðist … ella ger hann?
Útgivin í 2007. Hon kann lesast á føroyskum, íslendskum, svenskum, donskum, fronskum, nýnorskum, kinesiskum og arabiskum. Hon er eisini ávegis á japanskum.
Skrímslasótt
Tað er strævið at vera sjúkur eisini hóast tú hevur ein vin, sum fegin vil gera alt fyri at tú skalt fáa tað betur.
Útgivin í 2008. Hon kann lesast á føroyskum, íslendskum, svenskum, donskum, fronskum, nýnorskum, kinesiskum og arabiskum.
Skrímslavitjan
Lítla skrímsl hevur fingið annan vin á vitjan og hevur ikki stundir at spæla við Stóra Skrímsl. Tá hann so sleppur upp í part gerst greitt, at tað ofta ikki er lætt at spæla tríggir saman.
Kom í 2009. Hon kann lesast á føroyskum, íslendskum, svenskum, donskum, fronskum, kinesiskum og arabiskum.
Skrímslahæddir
Stóra Skrímsl torir alt, og lílta skrímsl ræðist hæddir. Tá er lættari at látast sum um hann torir. Men hvat so, um tú mást prógva títt reyp?
Kom í 2011. Hon kann lesast á føroyskum, íslendskum, svenskum, donskum og kinesiskum.
Klandursskrímsl
Skrímslini bæði keða seg illa og fara at klandrast. Nógv ljót orð verða søgd og so hendir nakað ræðuligt.
Klandursskrímsl kom í 2013. Hon kann lesast á føroyskum, íslendskum, svenskum, nýnorskum, donskum og kinesiskum.
Ísland tilnevndi í 2013 bókin til Barna- og ungdómsbókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins í 2013
Skrímsakiskan
Lítla skrímsl hevur fingið so elskuliga kettling og Stóra Skrímsl hevur onki kelidýr. Ein dagin verður kettlingurin burtur og teir noyðast at fara at leita allastaðni eftir honum. Hvar man kettlingurin vera?
Kom í 2014 og er á 5 málum.
Neyðars skrímsl
Loðskrímsl er aftur komin at vitja lítla skrímsl, og hon sigur, at hon ætlar sær ikki heim aftur. Stóra Skrímsl verður sera ónøgdur. Men hví sær Loðskrímsl so neyðaslig út og hví sigur hon, at hon onki heim hevur longur?
Skrímslavininir báðir eru í villareið. Hvat skullu teir gera?
Les meira HER
Neyðars skrímsl kom út í 2017. Hon er enn bert á upprunamálunum.
Hon varð tilnevnd Barna- og ungdómsbókmentaviðrisløn Norðurlandaráðsins í 2018.
Fekk Íslands barna- og ungdómsbókmentavirðislønina í 2017.
Skrímslaleikur
í 10. skrímslabókini bjóða Stóra Skrímsl og lítla skrímsl Loðskrímsli til sjónleik, men hon kennir onki til sjónleik og gerst sera kløkk. Hvat er nú til ráða at taka?
Skrímslaleikur enn enn bert á teimum trimum upprunamálunum. Hon kom út í 2021.
Hon varð tilnevnd Barnabókavirðisløn Reykjavíkar fyri myndprýðing í 2022.
Fleiri skrímslabøkur eru undir umbúnað.
Skrímslini hava verið spæld sum marionettleikur av Karavella Marionett-Teatri og sum leikur við stórum leikarum í Kúluni í Reykjavík.
Les meira um bøkurnar og leikirnar og skrímslahøvundarnar HER
Nógv ummæli eru av bókunum. Eg fari at leggja tey út so við og við, men tey eru eisini at finna á heimasíðuni hjá Áslaug.