Neyðars skrímsl vunnið heiður í Íslandi

Í gjárskvøldið var almannakunngjørt, at Neyðars skrímsl (á íslendskum: Skrímsli í vanda) vann íslendsku barnabókaheiðurslønina í ár! Undirritaða hevði tíverri ikki møguleika at vera á staðnum til hátíðarhaldið, men hinir báðir høvundarnir, Áslaug Jónsdóttir, høvundur og teknari og Kalle Güettler, høvundur, vóru á staðnum. Sjálvandi harmiligt at missa møguleikan fyri… les meira….

Myndabók, myndprýdd stuttsøga og yrking – útgávurnar í 2017

Tríggar útgávur varð tað til í 2017, allar komu seint á árinum. Tann stórsta av teimum var myndabókin Neyðars skrímsl, tann 9. skrímslabókin. Sum hinar Skrímslabøkurnar er hon eitt óvanligt samstarv millum tríggjar høvundar út trimum londum, Áslaug Jónsdóttir úr Íslandi, sum afturat at vera høvundur eisini ger flottu, úttrykksfullu… les meira….

Skrímslalív á ferð

Á Ólavsøku hevði Karavella Marionett-Teatur 7 sýningar av Skrímslalív á Tjóðpallinum. Væl varð vitjað og tær báðar seinastu sýningarnar vóru meir enn útseldar.   Í heyst fer Skrímslalív á ferð og til ber hjá skúlum, barnagørðum og øðrum stovnum ella fyritøkum at bíleggja sýningar. Karavella Marionett-Teatur kemur út til tykkara… les meira….

Bókin er pallurin – Ummæli av Skrímslalív eftir Laufey Brynhildardóttir

(Ummælið eftir Laufey Brynhildardóttir á Facebook tann 1. mai 17) Bókin er pallurin Var so heppin at síggja leikin Skrímslalív í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum. Talan er um ein sonevndan “pop-up” leik, og er tað nakað sum frøðir meg, so er tað pappír og pop-up. Vit kenna øll til lukku-kortini, sum… les meira….

Skrímslalív – 5. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri

30. apríl var frumsýning av 5. leikinum hjá Karavella Marionett-Teatri: Skrímslalív. Sýningin var í Norðurlandahúsinum í samband við at stóra samvirkna skrímslaframsýningin hjá Áslaug Jónsdóttir: Heima hjá Skrímslunum var í Norðurlandahúsinum. Leikurin er yvir fýra av vældámdu skrímslabókunum eftir Rakel Helmsdal, Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler, Skrímslavitjan, Klandursskrímsl, Skrímslakiskan og… les meira….

Tríggjar bøkur góðkendar á forlagnum / Three books approved by the publisher

Góð tíðindi eigur man ikki at liggja á, tí kanska onkur annar eisini heldur tað vera góð tíðindi. Seinasta mánaðin havi eg fingið tey gleðiligu boð, at báðar bøkurnar, sum eg sendi forlagnum hjá mær, Bókadeildini, beint fyri ársskiftið, eru góðkendar til útgávu. Sjálvandi skulu tær nú gjøgnumarbeiðast, men tað… les meira….

Vitjið skrímslini / Visit the Monsters

Lítla skrímsl og Stóra Skrímsl eru komin til Føroyar og eru í ferð við at seta heim síni upp í Norðurlandahúsinum, so tit øll kunnu støkka inn á gólvið hjá teimum. Har kanst tú spæla, tekna, klintra og lesa bøkur saman við teimum. Ert tú barn ella hevur børn ella… les meira….

Skrímslatíðindi – Skrímslaferð og bókamessa

Fleiri gomul tíðindi: Tú gerst ikki rithøvundur, tí tú væntar tær at gerast ríkur. Tú verður rithøvundur, tí tú bara mást sleppa at siga søgur, hóast tú nærum onki fært fyri tað. Forleggjarar, prentarar, bókhandlarar og onnur, sum eru um bøkurnar, eftir at vit hava skrivað tær, fáa øll sína… les meira….

Skrímslatíðindi – Skrímslating

Skrímslabøkurnar eru nú á 16 málum og kundu fyri so vítt langt síðani verið disneyficeraðar við eini rúgvu av skrímsla”mercendice”. Hetta hava vit høvundar og teknari tó ikki givið loyvi til, hóast kinesiska forlagið fegin vildi sleppa at gera bæði krúss og alt møguligt annað. Tað var jú ikki ætlanin,… les meira….