Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag kl. 15 verða sýningar av symfoniska marionettævintýrinum Veiða vind.
Sýningarnar verða í Snikkarastovu í Sjónleikarhúsinum og atgongumerki kunnu keypast ein tíma undan sýning. Møguleiki er fyri at leggja atgongumerki av við at skriva til rakel.helsmdal(kurla)gmail.com ella inn á Facebook-tiltakið.
Hetta eru allarhelst nakrar av seinastu almennu sýningunum av leikinum, í hvussu so er hetta leikárið, tí nýggjur leikur verður nú settur upp. Nýggi leikurin eitur “Dansa so væl og leingi”. Les meira um hann her á blogginum komandi tíðina.
Um Veiða vind
Fleiri túsund føroysk og íslendsk børn hava upplivað søguna saman við stórslignum symfoniorkestri, og nógv hava eisini lisið bókina, men tað er heilt ørvísi at síggja smáar livandi leikarar spæla søguna fyri tær á pallinum. Leikurin hevði frumsýning á Ólavsøku í fjør og hevur síðani ferðast um landið. Á Mentanarnáttini hava havnabørn og -vaksin møguleika at síggja lítlabeiggja fara út at veiða vind og møta ævintýrunum í hugaheimi sínum. Tey sleppa at hitta stórabeiggja og systir, sum eru um hann, uttan at hann varnast tað. Drekin fer at flúgva um pallin, alt meðan vakri tónleikurin hjá Kára Bæk spælir undir.
Í 2011 spældi Føroya Symfoniorkestur fyrstu ferð tónleikaævintýrið á barnakonsertunum í mai. Verkið var bílagt frá tónasmiðinum Kára Bæk og høvundanum Rakel Helmsdal og Janus á Húsagarði var síðani biðin at gera myndir til søguna. Bókin við søgu, myndum og fløgu við tónleikinum kom út á Bókadeildini um sama mundi. Í fjør verkið framført í Hørpu av íslendska symfoniorkestinum og bókin kom út á íslendska Forlagnum.
Hetta er triðja leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri, sum Rakel Helmdal setti á stovn í 2011. Rakel Helmsdal hevur skrivað leikrit og er marionettførari. Hedvig Westerlund-Kapnas hevur leikstjórnað.