Hetta fitta skrivið hevur Hvalbiar skúli sent Suðuroyarportalinum í dag:
Tíðindaskriv frá Hvalbiar skúla
Enn einaferð hevur Rakel Helmsdal, rithøvundur og dukkuleiksstjóri, verið í Hvalbiar skúla og víst dukkuleik fyri yngru næmingunum. Hesa ferð var tað leikurin Veiða vind, hon sýndi fram. Rakel hevði eisini skriviskeið við eldri næmigunum í 7.,8. og 9. flokki, fyri áhugaðum lærarum og øðrum.
Tað er altíð stuttligt at fáa vitjan og íblástur frá fólki, sum ikki eru dagliga knýtt at skúlanum, og sigast kann, at næmingarnir fingu eina sera góða uppliving við at vera saman við Rakel.
Teir yngru næmginarnir livdu seg fullkomiliga inn í leikin ”Veiða Vind”, ”sum er eitt tónleikaævintýr um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og eina bjørn. Ævintýrið er eisini um hugflog og veruleika í einum skapandi meldri. Søgan byrjar, meðan stóribeiggi liggur og lesur uppá kvæðið um Ólav Riddararós, sum skal út á heiðina at veiða villini hind”. (Brot av heimasíðuni hjá barnabókaklubbanu)
Í Hvalbiar skúla er vanligt at kvøða frá jólum og til føstuinngang, og júst kvæðið um Ólav Riddararós er eitt kvæði, tey kenna væl.
Rakel hevði eisini skriviskeið fyri eldru næmingunum í 7.,8. og 9. flokki, og vóru bæði lærarar og næmingar sera væl nøgdir við skeiðið.
”Tað var so gott, at vit bara skuldu skriva, ikki hugsa um komma og punktum ella at skriva skeivt, bara skriva tað, vit komu í tankar um”, sigur Marý Sigurheim, úr Sandvík, sum gongur í 9. flokki í Hvalba.
Lea Rebekka Hentze Holm úr 8. flokki sigur, at hon heldur skeiðið vera sera áhugavert. Hon sigur, at hon lærdi nógv, sum hon kann brúka aftur til annað, til dømis tá ið hon skal skriva stíl. Hon helt eisini, at Rakel var so blíð og glað. Lea Rebekka helt, at hon lærdi nógv av at arbeiða í bólkum, hon er von við bólkaarbeiði, men kanska ikki so nógv, tá ið tað beinleiðis snýr seg um at skriva søgur.
Johan Eli Thomsen úr 9. flokki sigur, at honum dámdi væl. Hann følir, at tað verður lættari hjá sær at skriva stíl nú. ”Rakel lærdi okkum bara at skriva út í eitt, ikki steðga á og rætta, vit skuldu rætta aftaná”.
Elma Næs Mortansdóttir úr 7. flokki segði, at sær dámdi væl. Hon segði, at Rakel vísti meiri á, hvussu tað bar til at byrja ein stíl ella eina søgu. Eisini hvussu nógv mann fekk burturúr við bara at skriva uttan at hugsa seg um ella steðga á. Rætta aftaná.
Ætlanin er, at fáa Rakel Helmsdal at koma suður aftur til Hvalbiar komandi skúlaár, har hon kann hava eitt framhald av skeiðnum fyri teimum næmingunum, sum hava verið við einaferð, og so hava eitt nýtt byrjunarskeið við teimum, sum nú ganga í 6. flokki.
Pingback: Bílegg eitt skrivskeið - Rakel Helmsdal