Karavella Marionett-Teatur

Karavella_nytt_logo3Karavella Marionett-Teatur er eitt einkvinnu-marionett-teatur, sum hevur leitað sær aftur til røturnar av marionettleiki í Evropu: Eitt leikhús við snóradukkum, sum ferðast kring alt landið at hava framførslur.

Í løtuni er leikurin “Dansa so væl og leingi” eftir Rakel Helmsdal á skránni. Leikurin er fyri øll frá 7 til 97 árum. Frumsýning var 10. apríl 2016 í Norðurlandahúsinum.

Les meira um leikin her.

Til ber at bíleggja eina sýning út á tín stovn. Karavella Marionett-Teatur ferðast um alt landið. Ring á tlf. 216596 ella skriva til rakel.helmsdal@gmail.com.

Dansa-so-væl-og-leingi---plakat

Veiða vind_plakat-01

Veiða vind 2013

Seinasta leikverk var Veiða vind. Leikurin varð bygdur á tónleikaævintýri eftir sama navnið, sum Rakel Helmsdal skrivaði søguna til, Kári Bæk gjørdi tónleikin og Janus á Húsagarði myndirnar til. Verkið var fyrstu ferð framført av Føroya Symfoniorkestri í 2011. Sama orkestur bílegði søgu og tónleik. Bókadeildin gav bókina út um sama mundið.

Leikurin er um trý systkin ein apríldag, har alt kann henda, bæði í veðrinum og í hugflogum. Líltibeiggi hittir bæði álvagentu, bjørn, ørn og dreka, men hvør eru hesi í veruleikanum? Og hvar eru tey smáu systkini, tá stóribeiggi raknar við og fer út at leita eftir teimum?

Seinasta sýningin varð á Ólavsøku 2014. Sýningar fara helst aftur at verða at hesum leiki, men ikki fyribils kortini.

Hesar leikir hava verið á skránni síðani leikhúsið varð sett á stovn:

Revurin við silkiturriklæðinum 2011

skrimslini2

Skrímslini 2012

Til ber at bíleggja eina sýning av leikinum, sum í løtuni er á skránni. Les meira HER.

Fakta um leikhúsið kanst tú lesa HER.

Nógvir bloggpostar eru um leikhúsið og leikirnar, trýst HER, at lesa onkrar av teimum.